Farna vikuskiftið skoraði John Frederiskesen sítt fyrsta mál fyri Arendal, tá hann og liðfelagarnir á heimavølli vunnu 3-1 á Aalesund 2. Í steðginum var Arendal á odda 2-1.
John økti til 2-0 til Arendal tá 34 minuttir vóru leiktir av dystinum, tá hann hegnisliga fintaði verjuleikara hjá Aalesund áðrenn hann settti bólti í netið.
Arendal er triðfremst í deildini við 22 stigum. Fýra stig eru upp til oddaliðið, Egersund.
HER ber til at síggja málið hjá John.