VIDEO: Gunnar fekk óheppið mál ímóti sær

(Video) Sìggj hæddarpunktini frá dystinum FH-Stjarnan 1-1 (0-0)

Gunnar Nielsen er komin fyri seg aftur aftaná skaðan í økslini, og ígjár vardi hann málið hjá FH sum á heimavølli á Hafnarfirði fekk javnleik 1-1 móti Stjørnuni í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

Gunnar hevði góðar bjargingar sambært Morgunblaðnum, men teir á Morgunblaðnum tilskriva einum "skógartúri" hjá Gunnari sum eitt avgerandi mistak, tá Stjarnan javnaði til 1-1 tá 87 minuttir vóru farnir av dystinum. Steven Lennon legði FH á odda tá 57 minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

Komandi mánakvøld spælir FH á útivølli móti Fram.

 

- Tað kendist gott at sleppa á vøllin aftur, sigur Gunnar í stuttari viðmerking til in.fo. Um keðiliga málið Stjarnan fekk sigur Gunnar: - Ein leikari rakti meg tá eg skuldi fara upp eftir bóltinum, og tí fekk eg tíverri ikki ordiliga fatur í bóltinum.

 

HER  ber til at síggja málini frá dystinum FH-Stjarnan 1-1 (0-0)