FH vann í kvøld 3-2 á HK. Gunnar Nielsen stóð í málinum hjá FH. Føroyski landsliðsmálverjin hevur vunnið plássið millum stengurnar, eftir at hann eitt skifti í fjør endaði á bonkinum.
Tað er ein gamal kenningur í FH, sum skoraði tvey tey fyrstu málini í dystinum. Steven Lennon hevur mangan verið FH góður og tað var hann eisini í dag. Steven Lennon legði FH á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og hann skoraði til 2-1 fimm minuttir fyri tíð. Tað komu tvey mál afturat móti endanum. FH kom upp á 3-1, áðrenn HM minkaði um munin.
Tað gjørdist ein keðilig byrjan hjá hinum føroyingaliðnum í Íslandi, Vali. Heimir Guðjónsson, høvuðsvenjari hjá Vali, hevði Magnus Egilsson og Kaj Leo í Bartalsstovu við frá byrjan tá Valur á heimavølli tók móti KR í Reykjavíkar-klassikaranum. Hesi bæði liðið verða mett sum favorittar til meistaraheitið.
Útiliðið KR vann 1-0 við máli, sum Óskar Örn Hauksson skoraði seks minuttir undan steðginum. Stutt undan leikloki hevði Kaj Leo í Bartalsstovu størsta málmøguleikan hjá Vali í seinna hálvleiki, men royndin hjá Kaj Leo fór beint framvið málinum hjá KR.
Næsti dystur hjá Vali verður móti Grótta á útivølli komandi leygardag klokkan 14.45. FH spælir sunnudagin klokkan 18.15 móti ÍA. 12 lið eru í Pepsideildini, so leikast skulu 22 umfør. Íslendska landskappingin er sett til at enda 31. oktober. Vanliga plagar kappingin at enda seinasta vikuskiftið í september ella fyrst vikuskiftið í oktober.
Málini frá dystinum HK-FH 2-3 (1-1) síggjast her:
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/3cdc4a5a-53be-4039-8a4f-6ae2cf6811b1-1592170735445" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Valur-KR 0-1 (0-1) :
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/47b691a8-e0fb-4a9a-afb0-2463bf50d9df-1592162401377" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>