- Hetta er uttan iva besti dystur eg nakrantíð havi spælt. Tað segði Jana Mittún við IHF-journalistin aftaná minniliga 27-25 HM-sigurin á Spania í Trier.
HER ber til frá danska TV2 at síggja avgerandi málið, og hoyra stutta samrøðu á enskum við Janu Mittún um mest minniliga føroyska hondbóltssigurin nakrantíð.











