VIDEO: Jógvan Salomon trýr altíð upp á Víking

(Video) Síggj og hoyr samrøðu hjá FSF-varpinum við trúgva Víkinga-fjepparan, Jógvan Salomon Joensen

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

Steypafinaluhýrurin er í hæddini, og ein av teimum, sum gleðir seg ómetaliga nógv til fríggjakvøldið, er ídni Víkinga fjepparin, Jógvan Salomon Joensen úr Syðrugøtu

 


– Um eg ikki roknaði við, at vit fara at vinna, so hevði eg ikki farið á Tórsvølli. Og eg ætli mær suður fríggjakvøldið.

 

Tað sigur ídni Víkinga fjepparin, Jógvan Salomon Joensen úr Syðrugøtu.

 

FSF Varpið var ein túr í Sarpugerði mikukvøldið, tá Víkingur hevði sína næst seinastu venjing áðrenn sjálva finaluna.

 

Og meðan spælararnir kýttu seg undir leiðslu av Jóhan Peturi Poulsen, fingu vit orðið á Jógvan Salomon, sum eisini hevði onkur góð ráð til venjaran hjá Víkingi.

 

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna FSF-varpið hevði við Jógvan Salomon Joensen:

 

##med2##

 

Mynd: FSF