Tað hevur verið eitt spennandi summar hjá Meinhardi Egilssyni Olsen. Hann var fyrst partur av B36-liðnum, sum vann seg víðari í undanumfarinum í Europa League. Síðani skifti hann til svenska GAIS í næstbestu deildini og bleiv tveittur fyri leyvurnar í grannauppgerð í Gøtuborg.
Síðani var hann úttikin til landsliðið og spældi frá byrjan á fyrsta sinni. Um vikuskiftið byrjaði hann inni, tá GAIS vann 3-1 GIF Sundsvall. Á Gamla Ullevi skuldi GAIS hevna 3-0 tapið fyri GIF Sundsvall frá seinast og tað bleiv gjørt við 3-1 sigri.
“Trý væl uppiborin stig”, skrivar GAIS á heimasíðuni hjá felagnum. Meinhard E. Olsen spældi á høgra vongi í 86 minuttir. Við sigrinum hevur GAIS vunnið seg upp um niðurflytingarstrikuna.
GAIS - GIF Sundsvall 3-1 (1-1)
0-1 Dennis Olsson, 9
1-1 Ricky Yarsuvat, 22
2-1 Adnan Maric, 55
3-1 Julius Lindberg, 59
GAIS (4-2-3-1):
Mathias Karlsson – August Wängberg, Calle Elfgren Nyström, Charlie Weberg, Niclas Andersen – Boris Lumbana, Adnan Maric – Julius Lindberg ( Fredrik Martinsson, 82), Mervan Celik, Meinhard Olsen (Jesper Brandt, 86) – Ricky Yarsuvat (Haris Cirak, 82)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##
1 | Degerfors IF | 17 | 22 | 37 |
2 | Halmstads BK | 17 | 15 | 34 |
3 | Jönköpings Södra | 17 | 5 | 29 |
4 | Akropolis IF | 17 | 5 | 27 |
5 | Östers IF | 17 | 5 | 27 |
6 | IK Brage | 17 | 0 | 25 |
7 | Örgryte IS | 17 | 0 | 25 |
8 | GIF Sundsvall | 17 | 5 | 24 |
9 | Norrby IF | 17 | 0 | 22 |
10 | Trelleborgs FF | 17 | -3 | 19 |
11 | Västerås SK FK | 17 | -5 | 19 |
12 | GAIS | 17 | -9 | 19 |
13 | Dalkurd FF | 17 | -1 | 17 |
14 | Umeå FC | 17 | -3 | 17 |
15 | Ljungskile SK | 17 | -16 | 13 |
16 | Athletic FC Eskilstuna | 17 | -20 | 12 |