Video: NSÍ bukar B68

Her er samandrátturin frá grannauppgerðini millum B68 og NSÍ

NSÍ vann í dag heili 5-0 á B68 í grannauppgerðini í 5. umfari í Effo-deildini. Tað komu fleiri góð mál í dystinum, sum kann síggjast við at trýsta á pílin á myndini.

 

Klæmint A. Olsen skoraði hattrik, meðan Petur Knudsen mundi eiga dagsins mál við beinleiðis frísparki. Eisini Pól Jóhannus Justinussen kom á máltalvuna fyri NSÍ.

 

B68-NSÍ 0-5 (0-2)

0-1: Klæmint A. Olsen

0-2: Petur Knudsen

0-3: Klæmint A. Olsen

0-4: Pól Jóhannus Justinussen

0-5: Klæmint A. Olsen

 

Støðan eftir fimm umfør

HB 13

NSÍ 12

B36 10

Víkingur 9

KÍ 9

TB 5

ÍF 4

Skála 3

AB 2

B68 2