Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin vann sunnudagin á útivølli greiðan 35-28 sigur á THW Kiel, ið má klára seg uttan ein skaddan Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Í steðginum vóru berlinarnir á odda 18-16.
Hákun skoraði seks mál og var saman við Tim Freihöfer og Nils Lichtlein næstbesti toppskjúttin hjá útiliðnum. Mathias Gidsel var toppskjútti hjá Füchse Berlin við átta málum.
Füchse Berlin er triðfremst í deildini við 48 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri Flensburg-Handewitt, ið hevur 49 stig. Magdeburg er greitt oddalið við 54 stigum.
HER ber til at síggja ein nakað longri samandrátt frá dystinum THW Kiel-Füchse Berlin 28-35 (16-18). Í samandráttinum síggjast fýra av málunum hjá Hákuni:
##med2##










