VIDEO: Vendsyssel vann toppdyst - Ari Olsen skoraði

(Video) Her eru málini frá dystinum Næstved-Vendsyssel FF 1-3 (1-3)

Ari Olsen og liðfelagarnir í Vendsyssel FF tóku í dag eitt stórt fet móti uppflyting til næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Á útivølli vann Vendsyssel í toppdystin 3-1 á Næstved. Næstved legði seg á odda við einum sjálvmáli í 11. minutti. Men 15 minuttir seinni var støðan 3-1 til Vendsyssel FF, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Lasse Steffensen javnaði til 1-1 við einum brotsparki í 14. minutti, og í 24. minutti legði hann Vendsyssel á odda 2-1. Millum tey bæði málini loyvdi hann sær enntá at brenna eitt brotsspark. Í 26. minutti økti Ari Olsen til 3-1 úr stuttari fjarstøðu. Talan er um fyrsta málið hjá Ara í einum kappingardysti hetta kappingarárið.

 

Næstved fekk tvey reyð kort undir dystinum, og tað gjørdi avgjørt ikki fyritreytirnar hjá Vendsyssel verri. 

 

Talan var um fjórða sigurin á rað hjá Vendsyssel FF, ið er ósigrað í 11 kappingardystum í hesum árinum. 

 

Vendsyssel er næstfremst í deildini við 54 stigum. Teir eru seks stig frammanfyri Næstved, ið hevur 48 stig. Tí var sigurin í dag sera týðandi. AB er langt fremst við 62 stigum.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 hevur Vendsyssel FF dyst á útivølli móti Thisted. 

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum Næstved-Vendsyssel FF 1-3 (1-3):

 

##med2##