Viðmerking til blaðgreinina »Eitt sindur um bíbliutýðingar«

Nakað herfyri svaraði eg í sendingini »Víða um« millum annað einum spurningi um, hvussu tað bar til, at Bíblian varð týdd umaftur, tá ið Victor Danielsen longu hevði týtt hana frammanundan.

Har gjørdi eg vart við, at Jákup Dahl var farin undir at týða Bíbliuna, langt áðrenn Victor Danielsen fór undir sína týðing. Eg nevndi eisini, at Victor Danielsen í fororðinum til sína týðing av Nýggja Testamenti gjørdi vart við, at hann hevði nýtt týðingina hjá Jákupi Dahl til at finna orð og orðafelli við. Og tí var tað ikki rætt, at Bíblian varð týdd umaftur. Men Jákup Dahl náddi ikki at gera arbeiðið liðugt; hann røkk at týða Nýggja Testamenti og nakað av Gamla Testamenti, áðrenn hann doyði í 1944, bara 66 ára gamal. Týðingina fullførdi Kristian Osvald Viderø, og hann fullførdi sostatt tað verk, sum Jákup Dahl var farin undir, men ikki sjálvur náddi at fullenda. Á henda hátt setti Kristian Osvald Viderø saman við øðrum Jákupi Dahl tann minnisvarða, sum hann so ruddiliga hevði uppiborið fyri sítt slóðbrótandi týðingararbeiði. Hesin minnisvarði varð reistur við fyrstu útgávuni av »kirkjubíbliuni« í 1961. Hetta er ein veruleiki, sum ikki reingist.

Eg gjøtlaði eisini eitt sindur um, hví Victor Danielsen fór undir at týða Bíbliuna, tá ið nú Jákup Dahl longu var komin langt ávegis við síni týðing, og eg nevndi nakrar møguligar orsøkir. Hetta er fallið Jógvani á Lakjuni fyri bróstið, og ger hann í sera drúgvari blaðgrein í Sosialinum leygardagin 7. februar 1998 viðmerkingar til tað, sum eg segði. Hesar viðmerkingar eru av slíkum slagi, at eg kanska ikki skuldi lagt í at svara. Men tey flestu hava ivaleyst langt síðan gloymt, hvat eg segði, og tí kenni eg meg noyddan at leggja hetta afturat.

Sum eg skilji greinina hjá Jógvani á Lakjuni, var einasta grundin, at Victor Danielsen fór undir at týða Bíbliuna til føroyskt, at menn í brøðrasamkomunum vildu fáa Bíbliuna út á føroyskum máli. Eg skilji eisini, at teir annars vóru nøgdir við týðingina hjá Jákupi Dahl av Nýggja Testamenti og nýttu hana í tann mun, tað var gjørligt; hon var tá ikki komin út í einari bók. Men er hetta beint, so kann tað bara harma meg, at teir ikki buðu sær til at geva hesa týðing út (ella at umbønin var sýtt eimum, um hon var tað). Tí so høvdu vit í dag bara havt ta einu bíbliutýðingina, sum allar kirkjur og kristnar samkomur í Føroyum kundu brúkt.

Millum møguligar orsøkir til, at Victor Danielsen fór undir at týða Bíbliuna, nevndi eg týðingina av Matteus 28, 19-20, tí har er stórur munur á týðingini hjá Victori Danielsen og tí hjá Jákupi Dahl, ein munur, sum av sonnum eisini hevur gudfrøðiligan týdning. Ivaleyst kundi eg havt vandað mær meira um orðini - eg hevði tað ikki uppskrivað, sum eg segði. Men at tað skal geva Jógvani á Lakjuni rætt til at lýsa meg sum ein, ið ikki hevur so frægan kunnleika til norðurlendskt mál, sum annars næstan hvørt mansbarn í Føroyum hevur, tá tað fer úr skúlanum, tað haldi eg vera lítið sømiligt. Eg veit fullvæl, at persónsfornavnið í 3. persóni í fleirtali á norðurlendskum málum eitur tað sama í kallkyni, kvennkyni og hvørkikyni. Tað ger tað á týskum og enskum við, men ikki á grikskum og latíni. Sum persónsfornavn í 3. persóni í eintali og fleirtali nýtir grikst uttan í hvørfalli fornavnið (autos), og latín nýtir á sama hátt ávísingarfornavnið (is), sum bæði hava ymiskar formar í kallkyni, kvennkyni og hvørkikyni, um enn summir eru teir somu. Hetta haldi eg, at Jógvan á Lakjuni kundi havt góðskrivað mær, hvussu orðini annars fullu. Men tað, sum eg meinti, var sjálvandi, at tað eg kenni til, fata bæði danir og norðmenn og sviar (týskara og onglendingar við) natúrliga hetta fornavn sum vísandi til fólkasløg, og ikki til lærusveinar. Og av teimum kommentarum til henda tekst, sum eg havi lisið, hevur eingin gjørt vart við, at so var ikki.

Fyribrigdið »constructio ad sensum« (setningsgerð eftir meiningini) er vanligt í sera nógvum málum, eisini í grikskum og føroyskum. Í formála sínum til yrkingaavnið »LEIKUR OG LOYND« sigur Christian Matras: »Um onkur biður um loyvi at prent auppaftur yrkingar mínar ella týðingar, leggi eg tað á, at tað verður í tí sniði, sum tað hevur í hesi bókini«. Sætta vers í týðing hansara av sálminum »Op, al den ting, som Gud har gjort« ljóðar so:


Hvat gat eg sagt, tá eygað

sær;

hvør stjørnuherar leiftra,

hvør allar brosa blítt at mær

og sál at himni veittra?


Orðið allar í triðju reglu vísir til orðið stjørnuherar, og er her ikki grammatiskt samljóð, tí orðið stjørnuherar er kallkyn í fleirtali, men orðið allar er kvennkyn í fleirtali. Her nýtir tí skaldið og professarin constructio ad sensum. Stjørnuherurin er fjøld av stjørnum, og tí nýtir hann orðið allar vísandi til stjørnurnar, sum goymdar eru í orðinum stjørnuherur, og ikki allir, sum grammatiskt hevði verið beinariýggju føroysku sálmabókini (har er tað vers 7) síggi eg, at orðið allar er broy+til allir. Eg rokni tó við, at skaldið hevur givið loyvi til hesa broyting, sum annars er í stríð við tað, hann sigur í nevnda formála - hann í hesum síðsta setninginum er eisini constructio ad sensum. Orðið skald er hvørkikyn, men skaldið er maðurin Christian Matras, og tí nýti eg orðið hann og ikki tað.

Victor Danielsen týðir so: Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar mínar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum!

Jákup Dahl týðir so: Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hin heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum.

Í grikska tekstinum stendur fólkasløgini (ta ethne), hvønnfall í hvørkikyni í fleirtali. Í næsta setningi stendur á grikskum teir (autous) hvønnfall í kallkyni í fleirtali. Spurningurin er tí, hvat hetta orð vísir til. Eftir míni hugsan kann neyvan ivi vera um, at her er talan um constructio ad sensum, so orðið teir vísir til tey menniskju, sum eru goymd í orðinum fólkasløg, á sama hátt sum stjørnur vóru goymdar í stjørnuheri í týðingini hjá Christiani Matras. Hetta hevur góðar grundir, tí í grikska tekstinum stendur einki annað navnorð, sum fornavnið teir kann vísa til. Fólkasløgini eru menniskju, og orðið teir vísir tí til menniskju, sum nettupp er kallkynsorð á grikskum. Og tí endurgevur Jákup Dahl í týðing síni teir við tey, tí menniskja er hvørkikynsorð á føroyskum. Men tað hvørki var ella er mín uppgáva at avgera, hvør ið hevur rætt.

Tá ið eg nevndi Matteus 28, 19-20, so var tað fyri at vísa á, at týðingarnar hjá Jákupi Dahl og Victori Danielsen av hesum versum vóru so ymiskar, og at fatanin av innihaldinum als ikki var hin sama, og at tað tí kundi vera ein av orsøkunum til, at Victor Danielsen og brøðrasamkomrnar neyvan høvdu kunna lagt navn til eina týðing sum ta hjá Jákupi Dahl. Og eg man neyvan standa einsamallur við hesi meining. Tí kenni eg meg framvegis ikki sannførdan um, at einasta grundin til, at Victor Danielsen fór undir at týða Bíbliuna til føroyskt var, at Danska Bíbliufelagið og onnur royndu at leggja fót fyri, at týðing hjá Jákupi Dahl av Nýggja Testamenti kom út.


Hans Jacob Joensen