Víkingarnir sólaðu sær í Klaksvík

Við tryggum 2-0 sigri ímóti letlendska Liepeja vann Víkingur í kvøld seg víðari í Europa

Í kvøld er KÍ liðið aftur í Klaksvík. Í viðførinum úr Luksemborg er javnleikur, sum ber við sær, at KÍ í næstu viku fer at halda fram í europeisku meistarakappingini, tí í síðstu viku vann KÍ 2-0 á heimavølli.

 

Í kvøld er tað Víkingur, sum hevur vunnið 2-0 sigur í allari sólini í Klaksvík. Í síðstu viku endaði tað 1-1 í Lettlandi ímóti Liepeja. Tað ber við sær, at bæði Víkingur og KÍ í næstu viku aftur fara at spæla í Europa. KÍ fer at spæla í meistarakappingini, og Víkingur fer at spæla í Europa Conference League.

 

Sigurin hjá Víkingi í kvøld var tryggur. Royndu og samanspældu ljósabláu víkingarnir vita, hvat setningurin hjá liðnum og hjá hvørjum einstøkum er, og spælararnir tóktust ikki tyngdir av, at hetta var stór avbjóðing.

 

Gestirnir løgdu bragdliga fyri, men tað var skjótt, at heimaliðið fekk tak á spælinum. Einaferð í fyrra hálvleiki og einaferð í seinni hálvleiki var Bárður á Reynatrøð noyddur at vísa, hvussu kringur hann er millum stólparnar, og tað var tað.

 

Hálvur tími var farin, tá ið Poul Kallsberg setti hol á. Væl upplagdi Olaf Bárðarson breyt ígjøgnum í vinstru, og tá ið hann legði innfyri, var tað Sølvi Vatnhamar, sum eitt vet til vinstru í brotsteiginum royndi seg við skoti. Málverjin hálvbjargaði, og so var Poul Kallsberg á rætta staðnum og setti bóltin í málið.

 

Tveir minuttir undan steðginum varð leiðslan økt til 2-0, og so kendist tað sum um, at víkingarnir mest sum høvdu tryggjað sær rættin at halda fram í kappingini.

 

Géza Dávid Turi legði av egnari hálvu og mitt fyri bóltin fram á mótstøðuhálvuna, har Finnur Justinussen rann frá miðverjunum. Hann var so mikið kroystur, at hann metti ikki, at tað í fyrstu atløgu var ráðiligt at skjóta. Hann steðgaði á, og so lyfti hann bóltin framvið miðverjanum og málverjanum. Bólturin sigldi omanfyri mótstøðumenninir og brast dygst undir handaru samankoming, áðrenn bólturin fór í málið.

 

So var eingin slingur í valsinum hjá Jóhan Petur Poulsen og hansara monnum. Víkingarnir høvdu í seinna hálvleiki so at siga fult og helt tak á støðuni, og mótstøðumenninir megnaðu ikki at vinna seg í støður, sum bóru mál og harvið spenning við sær.

 

Frá Bárði á Reynatrøð í málinum og fram til Finn Justinussen var talan um fínt liðavrik. Víkingarnir megnaðu tað, sum teir sjálvir og trúfasta fjepparafjølin roknaði við, at teir fóru at megna, og fótbólts Føroyar fegnast um úrslitið, og at tað í hvussu so er fara at vera tvey lið í øðrum umfari í Europa.

 

 

 

Víkingur – Liepeja 2-0 (2-0)

 

1-0: Poul Kallsberg 30.

 

2-0: Finnur Justinussen 43.

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Finnur Justinussen, Olaf Bárðarson

 

##med2##