Víkingarnir vundu úr meistarunum

KÍ fall so dyggiliga, tá ið ungu víkingarnir púra óimponeraðir bjóðaðu av og vunnu seg til so nógvar støður og møguleikar, at finalusigurin ímóti favorittunum var so søtliga uppiborin

Í fjør vann KÍ finaluna um løgmanssteypið 2-0 ímóti Víkingi. Tá varð sagt, at talan var um so sera uppibornan finalusigur.

 

Í kvøld hittust Víkingur og KÍ aftur í finaluni um løgmanssteypið. Aftur var úrslitið 2-0, og nú er tað Víkingur, sum er steypavinnari, og sigurin er so søtliga uppiborin.

 

KÍ varð roknað at vera favorittur, men tað var Víkingur, sum – burtursæð frá fyrstu smáu tíggju minuttunum – var omaná. Víkingarnir arbeiddu væl og nógv, og tað bar støður í KÍ brotsteiginum og málmøguleikar við sær, og lítla løtu undan steðginum fegnaðust tey í ljósabláu leguni um, at tað var 1-0.

 

Men dómarin Heini Ziska Viðoy kolldømdi málið eftir samrøðu við hjálpardómaran, og tey í víkingaleguni vóru misnøgd og vónbrotin – ivaleyst av røttum.

 

KÍ liðið var merkiliga tamt. Tað var ongantíð tyngd og broddur í nærdystunum, klaksvíkingarnir runnu minni enn mótstøðumenninir, og tað var so sera lítið hugflog í álopsspælinum. Í seinna hálvleiki stórbjargaði Bárður á Reynatrøð einaferð so sera væl, tá ið støðan var 1-0, og tað var tað.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Víkingur hol á. Tað vóru tveir av ungu monnunum, ið eru uppvaksnir í Sarpugerði, sum vóru meistarar eftir horna úr vinstru. Miðvallarin Arnór Brandsson spældi snilt í brotsteigin, har vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson rann fram og smekkaði bóltin upp í nettakið, meðan teir myrkabláu hugdu at.

 

KÍ megnaði ikki at svara aftur, og so var tað sjey minuttir undan, at vanliga leiktíðin var farin, at miðvallarin og gøtumaðurin Aron Jarnskor smekkaði til, tá ið bólturin kom út úr brotsteiginum, og tað sang í netmeskunum.

 

KÍ tveitti alt fram, og einaferð bjargaði Ingi Arngrímsson á málstrikuni, og eina aðra ferð stórbjargaði Bárður á Reynatrøð.

 

Jóhan Petur Poulsen og víkingar, ið eru uppaldir í Sarpugerði, hava vunnið løgmanssteypið í 2026. Teir fegnast og hálsfevnast, meðan myrkabláu KÍ spælararnir – onkrir úr Klaksvík, aðrir aðrastaðni úr Føroyum og fleiri úr útlandinum – hyggja at. Tað luktar av liði, sum hevur vunnið nógv, og sum nú stendur fyri falli. KÍ hevur møguleikan at reisa seg í landskappingini. Um tað skal eydnast, so skal nógv venda øðrvísi, enn tað gjørdi í kvøld.

 

40 ára gamli Sølvi Vatnhamar, ið spældi sum ein unglingi, bíðar nú eftir at taka ímóti løgmanssteypinum, og víkingarnir hava tryggjað sær pláss í Europa á sumri 2027.