Víkingur vann í Sørvági

07 Vestur spenti álopsbogan, men tað eydnaðist ikki at javna

Í KÍ leguni hava tey fylgt væl við í gongdini í Sørvági, har 07 Vestur hevur havt vitjan av Víkingi. Orøkin var tann, at KÍ longu í dag – eftir dagsins trivaliga 5-1 sigur í Fuglafirði – hevði tryggjað sær FM heitið, um 07 Vestur vann stig ímóti Víkingi.

 

Nú hevur dómarin bríkslað fyri síðstu ferð á Dungasandi, har fótbóltslíkindini eru góð, og máltalvan vísir 1-2. Tað vil siga, at Víkingur hevur øll stigini við sær í viðførinum til hús aftur. Tað ber aftur við sær, at Víkingur í dag hevur styrkt um møguleikan at vinna silvurmerkini, og at Víkingur framvegis hevur teoretiskan møguleika at fáa suverena toppliðið aftur.

 

Tí verður eingin FM fagnaður í Klaksvík í kvøld.

 

Longu í níggjunda minutti noyddist Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen skaddur av vøllinum. Tá varð Noah Mneney fluttur aftur í miðverjuna, og Martin Klein Joensen varð skiftur inn í álopið. Aftur og aftur hevur Martin prógvað, at hann hevur fínt máltev, og hann hevði bara verið fimm minuttir á vøllinum, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu legði Víking á odda.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Martin Tausen eftir hornaspark til 1-1, og so vóru tað Vatnhamar brøðurnir, sum stóðu fyri, tá ið Víkingur skoraði sigursmálið. Tíggju minuttir undan leikloki legði Sølvi Vatnhamar við hornasparki innfyri, og undir málinum var tað Gunnar Vatnhamar, sum setti bóltin í málið.

 

Síðstu løtuna flutti 07 Vestur nógv fólk fram, og málverjin Silas Eyðsteinsson var í brotsteiginum hjá Víkingi, tá ið tað við horna varð lagt innfyri, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið, og so vann Víkingur 2-1, og tað verður eingin FM fagnaður í Klaksvík í kvøld.

 

 

 

07 Vestur - Víkingur 1-2 (0-1)

 

0-1: Martin Klein Joensen

 

1-1: Martin Tausen

 

1-2: Gunnar Vatnhamar