Allir stovnar, og allir felagsskapir, sum hava við børn og ung at gera, skulu krevja eina reina revsiváttan frá teimum sum arbeiða við børnunum og teimum ungu. Tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og tí fer hann nú at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um at vit skulu seta eina skipan í verk skipan við barnaváttanum.
– Altjóða kanningar vísa, at millum 10 og 25 prosent av børnum eru fyri kynsligum ágangi og vit vita, at hetta eisini er ein umfatandi trupulleiki her á landi, sigur Djóni Nolsøe Joensen í eini fráboðan í morgun.
Hann sigur, at endamálið við uppskotinum er staðiliga at vísa á, at vit eiga at gera alt, vit eru ment fyri at basa kynsligum ágangi. Tí vil hann nú hava Løgtingið at samtykkja, at øll, sum arbeiða við børnum undir 15 ár, bæði starvsfólk og sjálvboðin, skulu hava reina barnaváttan,
Ein barnaváttan er ein víðkað revsiváttan, har upplýst verður, um viðkomandi er dømdur fyri kynsligan ágang ímóti børnum. Sum støðan er í dag er tað ikki eitt krav, at arbeiðsgevarar, hvørki privatir, kommunalir, ella arbeiðsgevarar hjá landinum, skulu krevja reinar barnaváttanir frá pedagogum, ella øðrum, sum arbeiða við børnum og ungum, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Í 2012 samtykti Løgtingið annars at seta eina skipan í verk um barnaváttanir, men hon varð ongantíð sett í verk. Viðhvørt verður tað kortini biðið um reina barnaváttan í sambandi við starvssetanir, men tað er framvegis ikki eitt krav, sigur løgtingsmaðurin.
– Í Danmark hevur hetta annars verið krav síðan 2005. Sostatt kunnu vit staðfesta, at føroysk børn eru ikki líka væl vard á hesum økinum, sum børnini í grannalondum okkara, vísir Djóni Nolsøe Joensen á.
Tá ið málið varð viðgjørt á tingi seinast, vóru fleiri partar bidnir um at siga sína hugsan um spurningin, eitt nú løgreglan, Barnaverndarstovan, Kris og Kriminalforsorgin. Og tey flestu tóku undir við, at seta eina skipan við barnaváttanum í verk. Kortini var tað onkur, sum helt, at talan er um ein falska rættartrygd.
Tá ásannaði Løgtingið, at ein slík barnaváttan fer ikki at beina fyri øllum kynsligum ágangi, tí hon vísir bara um ein er dømdur fyri kynsligan ágang ímóti børnum. Kortini varð mett, at tað var rætt at seta eina slíka skipan í gildið, tí tað kann fyribyrgja kynsligum ágangi í ein ávísum mun.
– Seta vit eina skipan við barnaváttanum í gildið, binda vit um heilan fingur, tí so er eingin ivi ein er dømdur fyri kynsligan ágang, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
.