Vil hava greiðu á sigling til Kalsoyar og Nólsoyar

Ting vil hava at vita, um fólkið í Kalsoy og í Nólsoy eru tikin upp á ráð í sambandi við flyting av strandfaraskipum

Tað er Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn, sum hevur sett Jóhan Christiansen, landsstýrismanni í samferðslumálum, ein grein 52a fyrispurning um málið, har hann spyr um Teistan og kalsoyarleiðin og nýggju bíleggingarskipanina hjá Strandferðsluni.

 

Hann spyr soleiðis:

 

1. Eru kalsoyingar tiknir uppá ráð í sambandi við ætlanirnar á kalsoyarleiðini?

 

2. Eru nólsoyingar tiknir uppá ráð í sambandi við ætlanirnar á kalsoyarleiðini?

 

3. Er støða tikin til, um Teistin fer norður á kalsoyarleiðina?

 

4. Um nei, nær verður støða so tikin?

 

5. Nær kunnu pendlarar vænta sær eina loysn í nýggju bíleggingarskipanini?

 

Í viðmerking til fyrispurningin sigur Karlot Hergeirsson, at sum skilst, so er eitt stórt ynski hjá leiðsluni í Strandfaraskipum Landsins at hava Sam tøkan til farmasigling allar 24 tímarnar, allar 365 dagar í árinum, og tí vil leiðslan í SSL seta Teistan inn á kalsoyarleiðina, so at Sam er altíð tøkur.

 

– Ígjøgnum miðlarnar frættist, at kalsoyingar ikki eru so glaðir fyri hetta, tí tað fer at skapa ferðsluruðuleika í Kalsoynni, og nólsoyingar eru aldeilis ikki glaðir fyri hetta, tí tað hevur stóra ávirkan á trivnaðin, rættvísi og rímiligheit hjá nólsoyingum, visir hann á.

 

Víðari sigur Karlot Hergeirsson, at um SSL flytur Teistan norður, so gerast fólk misnøgd.

 

– Eingin vinnari, bara taparar. Hinvegin, um SSL bíðar við at flyta runt uppá skipini, til tann nýggja ferjan er smíðað, so eru tey allarflestu nøgd, sigur tingmaður úr Nólsoy.

 

– Nýggja bíleggingarskipanin hjá SSL er ikki serliga brúkaravinarlig hjá pendlarum. Nú er skjótt eitt hálvt ár síðani nýggja skipanin kom, og tá varð sagt, at arbeitt varð við eini loysn til pendlarar, soleiðis at tað var nemmari hjá teimum at brúka skipanina, sigur hann.

 

– Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum verða hesir fyrispurningar settir, sigur Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður hjá Framsókn.