Tað er undranarvert, at koppsetingarætlanin fyri koronu, ikki er løgd fyri Løgtingið. Tað heldur Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi og tískil vil hann nú hava Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, at greiða Løgtinginum frá, hví koppingrætlanin sær út, sum hon ger.
Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu raðfylgjan, fólk skulu koppesetast eftir, er løgd. Samstundis vil hann hava at vita um tað er landsstýrið, sum hevur lagt ætlanina við støði í føroyska samfelagnum, og saman við føroyskum fakfólki, ella um talan bara hevur verið um at fylgja vegleiðingunum frá donskum myndugleikum.
Høgni Hoydal vil eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu nøkur fólk eru sett í serligar vandabólkar, og hvussu tíðarætlanin fyri at koppseta teir ymsu bólkarnar bólkarnar, er. Her hugsar hann bæði um fólk við varandi sjúku, fólk við breki og fjølbreki, fólk ið eru undir viðgerð uttanlands og avvarðandi hjá hesum bólkum.
Løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita um myndugleikarnir hava hugsað um tey, sum hava serligar sálarligar og kropsligar trupulleikar av at tey ikki hava nakað serligt samband við onnur.
Ein bólkur, sum skal koppsetast, eru fólk í serliga týdningarmiklum størvum í samfelagnum, og Kaj Leo Holm Johannesen skal eisini greina frá, hvørji hesi størvini eru, og hvussu tíðarætlanin er fyri hesar bólkarnar.
Í hesum sambandi hugsar Høgni Hoydal eisini um tey, sum starvast við fólki í vandabólkum, fólk í tilbúgvingini, umframt starvsfólk hjá Sev, hjá Strandferðsluni og Atlantsflogi, útisiglarar, hýruvognskoyrarar, tey sum sita við við kassarnar í handlum, og onnur.
Høgni Hoydal vil eisini hava at vita, hví landsstýrið ikki lagt koppsetingarætlanina og gjaldið fyri koppsetingarnar, fyri Løgtingi.
Hann sigur, at talan er um sera týðandi og stórar avgerðir fyri fólkið og landið í bardaganum móti koronufarsóttini. Samstundis hava fólk, sum heild, umframt fakfólk og politiskir flokkar, lagt nógv fyri at standa saman og taka felags tøk undir koronufarsóttini og tað er uttan iva høvuðsorsøkin til, at Føroyar higartil eru sloppin so væl burtur úr tí, sum vit eru.
– Tí er tað undranarvert, at koppsetingarætlan ikki er viðgjørd í politisku skipanini, og at fíggingin, og gjaldið, fyri koppsetingina, ikki eru løgd fyri Løgtingið, heldur Høgni Hoydal. Og hann heldur, at tað er líka undrundarvert, at landsstýrið ikki hevur lagt koppingarætlanina og raðfylgjuna, teir ymsu bólkarnir skulu koppasetast eftir, fyri Løgtingið
– Tað tykist sum, at koppsetingin fer fram við støði í danska samfelagnum og donskum avgerðum, og við donskum pengum, sigur Høgni Hoydal.
Vil hava Løgtingið at viðgera koppingarætlanina Vil hava Løgtingið at viðgera koppingarætlanina
Tað sær út sum at føroyingr verða koppsettir fer við støði í danska samfelagnum og við donskum pengum, sigur Høgni Hoydal
Áki Bertholdsen
18. februar 2021 kl. 10:03
Mest lisið hesa vikuna
Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog
3 tímar síðan
Tvey samdøgur á kjølinum
12. september kl. 01:17
Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn
11. september kl. 13:57
Stór mótmælir um alt Týskland
Í gjár kl. 22:42
Myndir: Tingfundur 10.09.26
10. september kl. 20:06
Sløkkiliðsfólk heiðrað
11. september kl. 11:25
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Samstarvsavtala undirskrivað: Newton Føroyar verður sett á stovn
2 minuttir síðan
Tíðindi
Borgararnir hava verið sera tolnir
6 minuttir síðan
Tíðindi
Landsstýrismaðurin: Bilarnir skilja ikki føroysku ferðsluskeltini
10 minuttir síðan
Tíðindi
Bilførari rendi á autoverjuna
32 minuttir síðan
Fótbóltur
Myndir: Landsliðsúttøkur
37 minuttir síðan
Fótbóltur
Tveir spildurnýggir spælarar á landsliðnum
38 minuttir síðan
Fótbóltur
Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til B36
50 minuttir síðan
Tíðindi
Tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin
1 tími síðan
Tíðindi
Samstarvsavtala: Newton Føroyar verður sett á stovn
1 tími síðan
Tíðindi
Rúmdarfyrilestur við David Arge Klevang í Varpinum
1 tími síðan
Tíðindi
Fleiri enn 140 arbeiðspláss taka lut í Ítrótta- og rørsluvikuni
1 tími síðan
Tíðindi
Kanna møguligt harðskapsmál á Tvøroyri
2 tímar síðan