Í vikuni gjørdist greitt, at Pero Sore, giktalækni, hevur sagt seg úr starvi frá 1. januar at rokna. Hetta tí hann ikki er nøgdur við fleiri viðurskifti kring arbeiði sítt. Hesi viðurskifti fingu longu fyri tveimum árum síðani Pero at siga upp, men tá varð uppsøgnin tikin aftur, eftir at stig tóktust vera tikin ímóti at loysa trupulleikarnar.
Nú hevur Bjørt Samuelsen sett Karsteni Hansen fimm spurningar. Tingkvinnan vil hava at vita:
Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja nøktandi viðgerð til giktsjúk, nú serlæknin hevur sagt seg úr starvi frá 1. januar 2015?
Nær fyriliggur ein loysn, sum tryggjar, at støðið á viðgerðini ikki lækkar?
Hvør er orsøkin til, at serlæknan hevur sagt seg úr starvi?
Hvussu nógvar serlæknar í giktsjúku metir landsstýrismaðurin at tørvur er á í føroyska heilsuverkinum?
Nær og hvussu nógvar serlæknar í giktsjúku væntar landsstýrismaðurin at fáa sett í starv komandi árið?
Í viðmerkingunum til spurningarnar skrivar Bjørt Samuelsen, at fyri fáum árum síðani, var bíðitíðin til viðgerð stytt munandi, tá viðkomandi lækni fór at virka í privatari viðtalu afturat almenna starvinum.
- Hetta vísir, at ov fáir giktalæknar eru í føroyska heilsuverkinum. Sum skilst hava sjúklingarnir tó verið væl nøgdir við fakliga støðið á viðgerðini, eins og virkandi skipan ivaleyst hevur spart heilsuverkinum pengar, tí fólk fáa skjótari hjálp og byrgt verður fyri nógvum innleggingum.
- Stórur ótti er nú fyri, at støðið á viðgerðini fer at lækka, um vent verður aftur til skipan við skiftandi konsulentum, sum ikki kenna sjúklingin. Uppsøgnin er enn ein missur fyri sjúkrahúsverkið, sum frammanundan hevur mist serlæknar á fleiri øðrum økjum.
Eisini vísir Bjørt Samuelsen á, at landsstýrismaðurin fyrr hevur lovað at leggja nógv fyri, til tess at fáa loyst ósemjuna um arbeiðsumstøður og sáttmálaviðurskifti ímillum giktlæknan og avvarðandi myndugleikarnar.