Vil styrkja arbeiðið ímóti kynsligum ágangi

Arbeiðið ímóti kynsligum ágangi ikki hevur verið nóg gott, sigur Hans Pauli Strøm, sum ynskir, at resursirnar skulu samskipast betri Rósalind og Bárða - sum í seinastu viku fortaldu opið um kynsligan ágang - hava gjørt øllum Føroyum eina stóra tænastu, sigur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm.

- Tað er ein fantastisk tænasta, sum tær gera. Ein stórur partur av fyribyrgingararbeiðnum liggur í at fáa ágangin fram í ljósi og læra børn at tað er rætt og gott at boða frá, tá tey verða misnýtt. Og tær báðar hava gjørt hetta lættari við at ganga undan og tosa opið, sigur Hans Pauli Strøm.

Vitanin skal út í samfelagið og út til børnini, soleiðis at øll vita, at kynsligur ágangur ikki skal góðtakast, og at tað er loyvt og gott at tosa um tað, tá onkur ger seg kynsliga inn á onkran, heldur landsstýrismaðurin.

Nokk av stovnum

So er spurningurin, hvussu hetta arbeiðið skal fara fram. Hans Pauli Strøm sigur, at tær 200.000 krónurnar, sum KRIS fær, eru meir enn flestu aðrir lítlir felagsskapir fáa. Men hann heldur, at tey gera eitt gott arbeiði. Tað skal bara samskipast betri við aðrar stovnar og skipanir, sum vit longu hava, sigur hann.

- Vit hava Barnabatað, Kvinnuhúsið, Barnatænastuna og nýggja ráðgevandi toymi, Sjálvhjálpin. Allir hesir stovnar arbeiða partvís ímóti kynsligum ágangi, men fyri at styrkja hetta økið, eiga vit at fáa eina betri samskipan, heldur Hans Pauli Strøm.

Hann heldur ikki, at tað er rætt at skipa ein nýggjan stovn, sum bara arbeiðir ímóti kynsligum ágangi, men heldur brúka teir stovnar, sum longu eru.