Vilhelm var toppskjútti í heimasigri hjá Hannover-Burgdorf

Hannover-Burgdorf eru enn ósigraðir

Vilhelm Poulsen gjørdist í kvøld toppskjútti hjá Hannover-Burgdorf, ið frammanfyri 6.402 í ZAG Arena í Hannover vann 30-28 á Hamburg í dysti í týsku bundesliguni. Í steðginum var Hannover-Burgdorf á odda 15-14.

 

Vilhelm skoraði seks mál upp á átta málroyndir. Sambært hagtølunum var hann á vøllinum í 22 minuttir og 52 sekund.

 

Hannover Burgdorf hava fimm stig fyri tríggjar dystir, og eru enn ósigraðir í deildini. 

 

Í morgin klokkan 14 spælir liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel dyst á útivølli móti Göppingen. Klokkan 15.30 spælir liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin dyst á útivølli móti Stuttgart.