Vilja enn steðga havnarútbyggingini

Hóast tað kanska er druknað nakað í jólastákingini og øðrum politiskum málum, so e enn stór mótstøða móti ætlaðu havnarútbyggingini í Tórshavn og leygarkvøldið verður aftur varpað ljós á málið.

Leygarkvøldið tann 2. januar skipar Steðga Havnarútbyggingini fyri tiltaki, sum hevur til endamáls at varpa kritiskt ljós á ætlaðu útbyggingina av Tórshavnar Havn frá ymsum vinklum. 

 

Tiltakið, sum væntandi varðar stívliga tríggjar tímar, hevur fleiri tónleikainnsløg, fyrilestrar og ein dokumentarfilm á skrá.

 

Tríggjar ymiskar áskoðanir um havnarútbyggingina verða lagdar fram frá klokkan 18.20. Fyrst fer Niels Midjord, lærari og arkitektur, at tosa um tey árin av havnarútbygging, sum vit síggja aðrastaðni í landinum. Erla í Brekkustovu, lívfrøðingur, fer at hugleiða um, hvørt vit byggja eina framtíð grundað á eina ótíðarhóskandi lóggávu, meðan Martin Fløghamri, sum er umboð fyri Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag fer at greiða frá at vit øll eiga ábyrgdina av grøna skiftinum.

 

Eftir eitt kjak og meiri tónleik, fer Elisabeth Skarðhamar Olsen, sum er humanøkolog og umboð fyri Steðga Havnarútbygginini at tosa um verkætlanina "Port of Thorshavn" frá einum altjóða umhvørvisrørsluoptikki. Síðani verður dokumentarfilmurin This Changes Everything eftir Naomi Klein og Avi Lewis, vístur.

- Filmurin "This Changes Everything" gevur innlit í umhvørvisrørslur ymsastaðni kring heimin og tær sterku kreftirnar, sum hesar rørslur stríðast ímóti. Veðurlagskreppan er ikki bara ein stór og átrokandi avbjóðing, hon er eisini ein framúr góður møguleiki hjá vanligum borgarum at taka stig til grundleggjandi broytingar av samfelagsbúskaparligum viðurskiftum. Vit hoyra frá vanligum borgarum úr londum so sum Kanada, India, Grikkalandi og Kina, ið hava tað til felags, at teir eru beinleiðis ávirkaðir av veðurlagskreppuni ella aðrari menniskjaskaptari umhvørvisniðurbróting, og sum tí velja at mótmæla og krevja eina øðrvísi samfelagsmenning, ið byggir á sjálvbjargni og virðing fyri umhvørvinum, skriva fyrireikararnir um filmin.


- Vit vóna, at filmurin fer at eggja til eitt breiðari kjak um leiklutin hjá Steðga Havnarútbyggingini og føroysku umhvørvisrørsluni í heila tikið, boða fyrireikararnir frá.