Vilja hava Aksel aftur til løgmann

Veljarakanning vísir, at Aksel V. Johannesen hevur nógv størstu undirtøkuna sum løgmaður í Føroyum

Formaður Javnaðarfloksins fær lítla kapping í stríðnum um at gerast løgmaður í Føroyum, sambært veljarakanning, sum spyr.fo gjørdi í vikuni.

Í kanningini verða fólk spurd, hvønn tey vilja hava til løgmann. Og har svara 37 prosent av teimum spurdu, at tey vilja hava Aksel V. Johannesen til løgmann.

Tey høvdu møguleika at velja ímillum tey sjey forfólkini í flokkunum ella »onkran annan«.

Úrslitið var hetta:

 

##med2##

Les eisini: Spyr-kanning: Samgongan fær ein frammaná

Veljarakanningin vísti annars stóra afturgongd til Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, sum ganga ávikavist 6,7 og 6,1 prosent aftur. Teir missa tveir tingsessir í part. Javnaðarflokkurin er stóri vinnarin og gongur 8,8 prosent fram í kanningini. Flokkurin vinnur tríggjar tingsessir afturat.

Eisini Tjóðveldi og Framsókn ganga fram í kanningini við ávikavist 3 og 3,5 prosent, sum gevur flokkunum ein tingsess afturat í part.

##med3##

 

Veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi týsdagin