Tá eg hugsi um orðið, at liva, er tað við góðum og við ringum. Í viðgongd og mótgongd, ja ein vanligur dagur hjá okkum øllum sum búgva her í Føroyum.
At yvirliva er eitt orð sum vit flestu í hesum land hava hoyrt, men ikki hugsa um í dagligdegnum.
Tá eg hugsi um orðið, at yvirliva, leita tankarnar sum oftast út á sjógvin, har mangur sjómaður er komin at kenna meiningina júst við hesum orði, og hvat tað inniber.
Eg havi altíð hildið, at vit føroyingar sjálvandi skula gjalda fyri okkum sjálvi, ta er jú ein sjálvfylgja, men so má man eisini hugsa um inntøkur og útreiðslur, eins og hvørt vanligt húsarhald ger, hvat klára vit at vinna av peningi til okkara húsarhald, og hvat kunna vit loyva okkum at brúka.
Sum eg síggi tað í dag hongur ikki nakað saman. Tað verður tosað um milliardir út av kassanum, samstundis har fiskiflotin er í stórum trupulleikum, og har okkara einasta 100% inntøka (Blokkurin) skal burtur.
Nei eg eri bangin fyri, at tann vanligi føroyingurin skal gera seg kláran til, at koma at kenna meiningina, og ikki minst til sviðan av orðinum at yvirliva.
Eg havi onki í móti at vit gjalda fyri okkum sjálvi, sum tjóð, men so skal eisini forbrúkið hjá landskassanum verða har eftir.
Mín meining er tann, at vit sum búgva her í Føroyum ikki klára at fáa fleiri byrðar lagdar á okkara herðar, so at vit kunna gjalda fyri tað yvirforbrúk, sum landsins leiðsla hevur havt gjøgnum nógv ár.
Mín meining er tann, at vit skula liva í Føroyum, og ikki yvirliva.