Vinmaðurin, javnaldrin og búfelagin hjá Inga Højsted stillar gaggurnar

6. november leikar 37 ára gamli Sebastian Larsson seinasta dystin fyri AIK í bestu svensku deildini

Sebastian Larsson og Ingi Højsted aftaná HM-undankappingardystin millum Føroyar og Svøríki á Tórsvølli 15. oktober í 2012. Svøríki vann dystin 2-1

Teir eru javnaldrar og vinmenn, og teir vóru búfelagar undir lærlingatíðini í Arsenal fyrst í hesi øldini, Ingi Højsted og svenski Sebastian Larsson.

 

Ingi Højsted mátti gevast við fótbóltinum bert 25 ára gamal í 2011 aftaná álvarsaman skaða, ein av mongum skaðum sum darvaðu fótbóltsyrkisleiðina hjá Inga Højsted.

 

Svenski javnaldrin og vinmaðurin kann hyggja aftur á eina minnisríka yrkisleið. Sebastian Larsson leikti 403 dystir í enskum fótbólti fyri Birmingham City, Sunderland, Hull og Arsenal.

 

Tað eydnaðist Sebastian Larsson at vinna ensku Liga Cup steypakappingina við Birmingham City í 2011. Í 2018 vann Sebastian Larsson svenska meistaraskapið við AIK Stockholm. 

 

Haraftrat hevur Sebastian Larsson leikt heilar 133 landsdystir fyri Svøríki millum 2008 og 2021.

 

Tá AIK leikar tann seinasta dystin hetta kappingarárið á heimavølli móti Elfsborg 6. november verður tað seinasti dysturin hjá Sebastian Larsson sum yrkisspælari.

 

Tá Føroyar og Svøríki leiktu HM-undankappingardyst á Tórsvølli 15. oktober í 2012, ið Svøríki vann 2-1 nýtti Ingi Højsted høvið at heilsa uppá vinmannin, javnaldran og vinmannin, Sebastian Larsson.

 

Tróndur Arge skrivaði aftaná dystin millum Føroyar og Svøríki HESA  greinina um Inga Højsted og Sebastian Larsson. 

 

##med2##

 

 

 

Sebastian Larsson og Ingi Højsted aftaná HM-undankappingardystin millum Føroyar og Svøríki á Tórsvølli 15. oktober í 2012. Svøríki vann dystin 2-1