Vinnarin á mál í Havn um fimmtíðina

Súkklararnir fóru úr Tjørnuvík klokkan 14, og teir skulu í dag súkkla 109 kilometrar til Havnar. Teinurin gongur umvegis Saksun, Oyggjarvegin og Gomlurætt, og málið er mitt í Havnini, við Gamla Apotek.

 

Unglingar og motionistar súkkla ikki allan tann teinin, tí teir sleppa undan Gomlurætt, so longu áðrenn sjálvur vinnarin av stóru kappingini er komin á mál, kann væntast at síggja teir fremstu unglingarnar og motionistarnar í Havnini.

 

Torkil liggur væl fyri

Í kappingini hjá teimum, ið súkkla fullan tein, er Torkil Veyhe 1:31 minutt framman fyri danskaran, Kristian Gosvig, og 2:51 minuttir framman fyri íslendingin, Hafsteinn Ægir Geirsson. Súsanna Skylv er fremst í kappingini hjá kvinnunum.

 

Liðkapping er eisini millum teir bestu, og har eru Torkil Veyhe, Gudmundur Joensen og Gunnar Dahl-Olsen, ið manna Team PE Kolonial, heilar 5:58 minuttir framman fyri íslendska liðið, HFR, ið millum annað telur Hafsteinn Ægir Geirsson.

 

Umstøðurnar at síggja teir fremstu koma á mál mitt í Havnini, eru av teimum bestu, og harumframt ber eisini til at fylgja við kappingini í útvarpi, tí Rás 2 sendir frá klokkan 16 til 18.