Helen Skaalum, ið er ein av teimum, sum stendur aftan fyri fyrireikingarnar av Sørvágs Country-& Bluesfestivali, sigur, at tey hava verið nógv niðri á økinum seinastu dagarnar.
- Eg haldi, at tað gongur rættiliga væl at skipa økið, og tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv eru til reiðar at taka eina hond í, har á stendur.
Hon sigur, at nøkur kvøld hava tey, sum arbeiða við at skipað festivaløkið og countrygøtuna, grillað og hugnað sær saman.
- Mamma mín, Thordis Skaalum, hevur verið við øll árini og søgan um, tá hon fyri nøkrum árum síðan sá nógvu motorsúklurnar í Vágum og fekk hugskotið um ein countryfestival, er kend millum manna.
Helen Skaalum vísir á, at hon hevur búð í Danmark í nøkur ár, og tískil hevur hon ikki verið við í fyrireikingunum til ein slíkan festival áður.
- Eg kann næstan siga, at eg heldur ikki havi verið á einum slíkum festivali. Rætt er, at eg var heima í fjør, men tá gjørdist veðrið so ógvuliga keðiligt, at hin rætti uttandurahugnin og stemningurin ongantíð kom í hæddina.
Hon sigur, at hon er ógvuliga spent til tiltakið hesaferð, og saman við fyrireikarunum annars vónar hon, at veðurgudarnir verða við tiltakinum.
Helen Skaalum sigur, at tónleikur altíð hevur verið partur av teirra heimi, og serliga var tað tann góði, gamli tónleikurin, sum var at hoyra, ikki minst countrytónleikur og rockur.
Hon heldur, at tá tú hevur eitt slíkt afturvendandi tiltak, sum Sørvágs Country-& Bluesfestival, er umráðandi, at okkurt nýtt er.
- Eg haldi ikki, at vit endiliga eiga at veksa so nógv um tiltakið, sum eg haldi er sera gott og passaligt. Men, fólk eiga kanska at hava fleiri ymiskar møguleikar í økinum, og kanska eiga onkur tiltøk at verða tillagað.
Helen Skaalum sigur, at tey eru ikki troytt enn. Nú nærkast tiltakið so nógv, og spenningurin er stórur.
- Tað er rættiliga spennandi at vera við fyri fyrstu ferð, og eg gleði meg, til dyrnar verða latnar upp fyri Sørvágs Country-& Bluesfestivali.
Hon sigur, at bygdafólkið eru ófør at taka hond í, og nevndin roynir at gera tað soleiðis, at øll, sum við eru, hava eitt sindur at siga, soleiðis at fleiri eru við í avgerðunum um, hvussu økið skal skipast.
- Tað er umráðandi, at øll bygdin kennur seg sum ein part av hesum stóra tiltaki, sigur Helen Skaalum.