Í sjónvarpsrøðu í kvøld segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at ukrainskar herdeildir hava bart niður eitt russiskt stórálop í Donetsk-regiónini har eysturi í Ukraina.
Tað er tíðindastovan Reuters, sum endurgevur úr taluni hjá forsetanum.
Heiðurin fyri at hava staðið ímóti russiska stórálopinum í landslutinum eiga sambært forsetanum ukrainskar herdeildir í býnum, Chop, men einki verður sagt um, hvar bardagarnir vóru.
- Í dag hava vit steðgað ógvusligu álopunum hjá fíggindanum, segði Volodymyr Zelenskyj í sjónvarpsrøðu í kvøld.
Forsetin segði eisini, at "fangabankin" hjá Ukraina er fyltur, og hetta merkir sambært Reuters, at ukrainski herurin hevur tikið russisk herfólk til fanga.
Reuters veit eisini at siga, at harðastu bardagarnir seinastu tíðina verið kring býirnar, Bakhmut og Avdiivka.