Vit eru við at skapa okkum ein undirklassa í Føroyum. Heldur enn at arbeiða fyri einum jøvnum samfelagi, fylla vit lummarnar hjá reiðarum, alarum, norðmonnum og øðrum við øllum okkara virðum.
Úrslitið er ein undirklassi, ið ikki megnar at koma við umborð. Vit síggja tey longu í køini til bústaðarmarknaðin, t.d. tey ungu og støku foreldrini og teirra børn. Í aðrar mátar síggja vit tað eisini hjá teimum, ið hava hjálp fyri neyðini frá psykiatriini, heilsurøktarunum, hjálparfólkunum o.s.fr.
Ein undirklassi, sum endar við at flyta til Danmarkar, júst sum úrslitið bleiv av 80’ara ballinum.
Í 80’unum høvdu vit ein yvirklassa, ið rendi landið á húsagang. Tankarnir vóru teir somu sum í dag. Vit fluttu eina rúgvu av arbeiðskraft til landið, bygdu góðar karmar og stuðulsskipanir til verandi útflutningsfyritøkur, meðan fólkið fekk marknaðarkreftir og kapitalismu.
Útrokningar vísa, at almenni fiskivinnustuðulin, veðhaldini og lánini í 80’unum svaraðu til uml. 8% av BTÚ, og ein stórur partur av okkara hart tjentu skattakrónum fór beinleiðis í lumman hjá yvirklassanum.
Tølini eru tey somu í dag!
Úrslitið tá var ein minking í fólkatalinum, ið man ikki hevur sæð nakrastaðni í heiminum, uttan so at kríggj hevur herjað.
90’ini standa fyri framman! Og hetta ynskja vit ikki skal henda aftur!
Fyri teg, meg og Føroyar
Vel Kim Hansen
Vel Tjóðveldi











