- Vit eru fólksins umboð, og tá ið ein so ógvuslig reaktión kemur frá fólkinum, so er tað upplagt, at vit eisini stuðla hesum fólkakravi, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður - Eg eri púra ósamdur við Hergeir Nielsen. Sjálvandi kunnu løgtingmenn siga sína meining um morgunlesturin, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann var ein av teimum 26 løgtingslimunum, sum skrivaði undir brævið til Kringvarpið, har heitt var á leiðsluna um at seta endursendingina av morgunlestrinum aftur á skránna.
Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, skivaði ikki undir, tí hann heldur ikki, at tað hóskar seg, at løgtingsmenn senda slík skriv.
- Løgtingsmenn hava ikki sent nakað mótmæli, men hava vinarliga heitt á kringvarpsstjóran um at lurta eftir fólkinum, biskupi, dómprósti, prestafelag, kristiligum lurtarafelag og øllum teimum gomlu í landinum, sum hava mótmælt, at morgunlesturin ikki verður endursendur. Hetta átti Hergeir Nielsen eisini at gjørt, heldur Jógvan á Lakjuni