Vit skulu takka hvørjum øðrum

Men korona fer at koma aftur til Føroyar, sigur løgmaður

Vit eiga øll at takka hvørjum øðrum, tí tað er ikki sjálvsagt, at støðan er so góð, sum hon er. Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í tíðindunum á FM1 í dag. Í dag er fyrsti dagur í yvir sjey mánaðir, at Føroyar aftur eru koronufríar og løgmaður sigur, at tað er tí vit øll hava staðið saman um at basa smittuni.

Men hann væntar, at korona fer at koma aftur til Føroyar, tí vit hava samband við onnur lond og tað kann altíð henda, at onkur sleppur ígjøgnum nálareyga og ber smittuna inn í landið.

Tí sigur hann, at tað hevur týdning, at vit halda fast í eina tíð afturat, til vit eru komin longur við koppsetingini. Tó sigur hann, at nú vit eru koronufrí, er grundarlag kanska fyri at linka onkrar av avmarkingunum, sum eru settar í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing.

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr løgmann taka saman um støðuna á FM eitt í dag.