Vit vilja byggja nakað upp saman við føroyingum

-Fáa vit tey økini, sum vit fara biðja um og sum vit meta vera tey bestu økini og vit kunnu bora har longu á heysti ár 2001, so hava vit veruligar vónir um at kunna finna olju innan árslok. Tað merkir, at eitt møguligt oljufund so tíðliga kann koma at skunda undir allan útviklingin í økinumsegði Peter Rattey, tá skrivstovan hjá BP Amoco lata upp í Havn fyri páskir. Hann legði stóran dent á eitt tætt samstarv við føropyingar

Jan Müller


-Hetta er ein týðandi dagur í søgu okkara her á Atlantsmótinum. Nú vit fara at arbeiða í føroyskum øki, so haldi eg eisini vit mugu kalla tingini við tí rætta orðinum, ikki vestan fyri Hetland, men eystan fyri Føroyar segði Peter Rattey m.a., tá hann alment lat upp nýggju skrivstovuna hjá BP Amoco í Havn beint fyri páskir.

-Henda skrivstovan er bert eitt fyrsta stig í arbeiði okkara í Føroyum. Eg rokni við, at fólk okkara meira javnan fara at koma til Føroya at arbeiða, hitta fólk á staðnum og harvið royna at skilja, hvussu tit hugsa og hvat tit vilja við eini slíkari vinnu. Hetta kanst tú ikki gera frá eini skrivstovu í London ella Aberdeen segði Peter Rattey, stjóri fyri leiting í Bretlandi og á Atlantsmótinum og vísti á, at koyritúrurin úr Vágum til skrivstovuna hevur verið nakað av tí vaktrasta hann hevur upplivað, og roknaði hann eisini við, at tað fer at vera stórur gravgangur millum teirra fólk at sleppa at arbeiða á hesi skrivstovuni. -Vit verða kanska noyddir at biðja Hjarnar um at fáa okkum meiri pláss, tá avtornar.

-Hetta er ein frálík byrjan við hesi skrivstovuni. Eg vildi ynskt, at hetta varð mítt arbeiðspláss segði Peter Rattey, sum hevur verið í oljuvinnuni í meira enn 20 ár, harav fleiri ár í Stavanger.

Hann vísti eisini til teirra samarbeiði við Shell á Føroyaøkinum. -Shell hevur verið ein góður samstarvspartnari, men teir mettu so íløgurnar í leiting á Atlantsmótinum verða ov stórar og metti onnur øki týdningarmiklari. Vit eru kortini tilreiðar at vera við í leitingini við Føroyar og fara at bjóða stórt. -We will be bidding in a big way to win on it, sum hann málber seg. Hann takkaði Hjarnari Djurhuus, stjóra fyri BP Amoco í Føroyum fyri at hava funnið hesa frálíku skrivstovuna og metti, at felagið í Hjarnari hevði fingið tann rætta mannin við teimum røttu royndunum til at taka sær av hesum arbeiðinum.

-Vit vóna at fáa lisens og ætla at bora í ár 2001. Við okkara royndum frá Foinaven og Schiehallion beint hinumegin markið hava vit eisini góðar vónir til økini føroysku megin. Vit hava royndir á djúpum vatni við ringum veðri. Vit satsta uppá, at hetta skal verða ?a win to win? støða, har báðir partar fáa nakað burtur úr.


Góðar vónir

Hóast nógv er borað á Atlantsmótinum og bert tvær keldur eru farnar undir framleiðslu, so hevur Peter Rattey tó góðar vónir um at finna olju við Føroyar. Men hann leggur dent á, at teir hava brúk fyri at finna olju rættiliga skjótt. Tvs. at fáa eina væleydnaða boring longu í 2001. Tað kann koma at geva ídnaðinum tann áhuga og íblástur, sum skal til fyri at fáa veruliga gongd á hetta nýggja økið næstu 4-5 árini.

-Fáa vit tey økini, sum vit fara biðja um og sum vit meta vera tey bestu økini og vit kunnu bora har longu á heysti ár 2001, so hava vit veruligar vónir um at kunna finna olju innan árslok. Tað merkir, at eitt møguligt oljufund so tíðliga kann koma at skunda undir allan útviklingin í økinum.

Peter Rattey legði stóran dent á hetta at tað ber skulu ganga eini fimm ár, eftir at oljan er funnin, til framleiðslan kann byrja. Hetta eru royndirnar frá hinum keldunum á Atlantsmótinum, og hetta er nakað teir fara at leggja seg eftir á føroyskum øki eisini.

Peter Rattey vísti á, at teir hava eisini brúk fyri at læra føroyingar og Føroyar at kenna, soleiðis at teir harvið eisini kunnu virka út frá teimum fortreytum sum eru galdandi her.

-Talan er ikki bara um at bora brunnar og leitivirksemi. Vit fara eisini at taka stig til at vera meira virknar í føroyska samfelagnum, og fara at brúka tíð upp á finna fram til, hvussu vit í felag kunnu byggja upp eina betri framtíð fyri báðar partar.

Eg havi verið við í nógvum øðrum londum, tá ein oljuleiting hevur tikið seg upp. Hetta er ein sera spennandi men eisini strævin tíð. Tí vit mugu aftur og aftur seta okkum sjálvum spurningar so sum: skilja vit nú, hvat føroyska samfelagið ynskir ella gita vit bara, hvat tað ynskir. Lurta vit nóg gott osfr.?

-Eg skal ikki brúka hetta høvið til at reklamera fyri BP Amoco, men tit skulu vita, at vit hava veruliga brúkt nógva orku í hesum økinum og hava eisini fingið góð úrslit á Foinaven og Schiehallion feltunum, úrslit, sum vit eru ernir av men sum vit sjálvandi royna at betra. Og vónandi kunnu hesar royndir okkara koma væl við í leitingini við Føroyar.

Hann vísti á, at tað eru heili 23 ár síðani, at teir funnu risastóru oljukelduna Clair, sum teir nú hava ætlanir um at seta hol á, hóast talan er um eitt sera torført arbeiði. Goymslurnar eru nógv øðrvísi enn aðrar keldur, og talan er tí um eina sera stóra avbjóðing. Clair goymir meira enn 3 mia. tunnur av olju.

Peter Rattey legði stóran dent á at siga føroysku umboðunum, sum vórðu til steðar við upplatingina av skrivstovuni, at BP Amoco metir umhvørvisspurningar sera høgt . Teir vilja í øllum teir gera tryggja sær, at umhvørvið ikki verður dálkað, soleiðis at Greenpeace oo. feløg ikki kunnu seta fingurin á nakað. BP Amoco vil taka øll neyðug stig og leggja tøknifrøðina soleiðis til rættis, at her verður ikki nakar dálkingarvandi.

BP stjórin segði seg vera sinnaðan saman við føroyskum myndugleikum at finna fram til tey ídnaðarligu framtøk, sum eru best fyri Føroyar, fyri mentanina, lokalsamfeløgini og fólkið her býr. Hann nevndi útviklingin í Hetlandi, har fólk á sinni vóru sera ivasom um umhvørvi, tá farið varð undir at byggja Sullom Voe oljuterminalin, tann størsta av sínum slag í Europa.

-Í dag vita vit, at henda útbyggingin er eitt mynsturdømi um, hvussu tingini kunnu gerast uttan at tey fáa negativa ávirkan á umhvørvið ella lokalsamfelagið. Tað er eitt dømi um, at ídnaðurin og lokalsamfelagið kunnu arbeiða saman á ein hátt, sum skapar vælferð fyri báðar partar.

-Hetta er ein stórhending fyri okkum eisini. Tað er ikki bara upplating av eini skrivstovu. Tað er byrjanin til eina nýggja framtíð. Vit eru ikki sinnaðir bara at stinga spakan í jørðina, fáa sum mest burtur úr sjálvir og so stinga av aftur. Vit eru sinnaðir til at byggja nakað upp saman við føroyingum uppá longri sikt.

Eftir hetta handaði BP stjórin teimum báðum landsstýrismonnunum, sum vórðu tilsteðar, Eyðtun Elttør og Finnboga Arge í gávu hvør sítt grótsstykki frá teimum sera truplu goymslunum (reservoirunum) í tí stóra Clairoljufeltinum.

-Hetta er vónandi ikki tað vit finna við Føroyar, sum vit hava álit á fer at líkjast meira Foinaven og Schiehallion.