Vrak av 74 ára gomlum ferðaflogfari funnið á havsins botni

Vrakið av einum Douglas DC-4 ferðaflogfari hjá Pan American er nú funnið á umleið 600 metra dýpi norðan fyri Puerto Rico – 74 ár eftir, at flogfarið neyðlendi á havinum.

Hetta skrivar danski flogmiðilin Check-in við støði í upplýsingum frá amerikansku Air/Sea Heritage Foundation og CNN.

 

Vanlukkan hendi 11. apríl 1952, tá Pan Am-flogfarið Clipper Endeavour, sum var á veg til New York, misti tveir av sínum fýra motorum stutt eftir fráferð úr Puerto Rico.

 

Manningin royndi at neyðlenda á havinum umleið 18 kilometrar í ein útnyrðing úr Isla Grande-floghavnina.

 

Umborð vóru 69 fólk – 64 ferðafólk og fimm í manningini. Øll yvirlivdu sjálva lendingina, men nógv megnaðu ikki at sleppa úr flogfarinum, sum sakk. Í alt lótu 52 fólk lív, meðan 17 vórðu bjargað.

 

Leiting eftir vrakinum byrjaði í 2019, tá Air/Sea Heritage Foundation fór undir at leita við hjálp av framkomnum undirsjóvardrónum. Leitingin varð millum annað sett í verk eftir, at eitt viðførismerki frá flogferðini varð funnið í Florida.

 

Undir arbeiðinum hava granskararnir eisini fingið hjálp frá søguligum skjalasøvnum í Puerto Rico og einum korti, sum flogskiparar í amerikanska flotanum gjørdu, eftir at teir vóru eygnavitni til neyðlendingina í 1952.

 

Vanlukkan fekk stóran týdning fyri trygdina í altjóða flogferðslu. Eftir hesa vanlukkuna fóru flogfeløg at geva ferðafólkum kravdar trygdarleiðbeiningar um bjargingarvestar og neyðútgerð undan flogferðum yvir havi.

 

Hesar trygdarsýningar eru í dag ein sjálvsagdur partur av øllum regluligum flogferðum.