Wenger hvílir onkrar leikarar

Arsene Wenger ætlar kortini at byrja inni við Cesc Fabregas, Mahieu Flamini og Gilberto. Philippe Senderos er klárur aftur,aftaná ein ryggskaða. Danin Nicklas Bendnter verður eisini við í álopinum, í kvøld. Toppskjúttin hjá Sevilla; Luis Fabiano hevur havt ein minni øklaskaða, men væntast klárur til dystin í kvøld. ?Vit vilja gjarna enda ovast í bólkinum. Tað hevði givið okkum ein lítlan fyrimun í lutakastinum til næsta umfar. Vit eru eitt lið, sum er í einum góðum stima, og tað vilja vit gjarna halda fast við. Vit geva okkara besta í hvørjum dysti. Eg elski at arbeiða við hesum liðnum. Tí teir eru veruliga svangir og eyðmjúkir, og teir vísa hesar dygdir í hvørjum dysti.? Sigur Arsene Wenger við BBC. Liðini hava bara møtst einaferð í evropeiskum kappingum. Og tað var í fyrra dystinum á Emirates Leikvøllinum, tá Arsenal vann ein tryggan 3-0 sigur.