Wild til Føroya

Ein tann mest umrøddi føroyingurin í løtuni er uttan iva Victoria Wild, sum í gjárkvøldið varð væl og virðiliga víst á skíggjanum hjá Kringvarpinum og sama kvøld vann ársins síðu9 genta hjá Ekstrablaðnum. Nú leggur hon leiðina heim til Føroya. Føroyska Beinta Jakobsen, helst betri kend sum Victoria Wild, verður í annaðkvøld í Deep, har hon fer at framføra eitt av sínum showum.

 

Nógv verður gjørt burturúr vitjanini hjá Victoriu. Deep letur millum annað Below Your Belt krem til tey fyrstu 40 fólkini, og Havgrímur Johannesen, eigari av Deep, lovar eitt undirhaldandi kvøld, við síðu9 gentuni á odda.