Yndi víðkar virksemið

Fragd og Fimi, sum leingi hevur verið einasta venjingarmiðstøð í Havnini, fer í næstum at fáa kapping. Yndi, sum heldur til longri úti við Strond, letur ætlandi upp síðst í august. Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at byggja gomlu hølini um til eina venjingarmiðstøð

Regin Vágadal, sum er ein av monnunum handan hugskotið í Yndi, heldur avgjørt, at tørvur er á eini tílíkari venjingarmiðstøð afturat. ? Vit hava kannað tørvin í grannalondunum, og tað vísir seg, at samanbera vit okkum við tey, so eru vit langt aftanfyri. Men rákið er um at koma hendavegin eisini. Fólk eru farin at hugsa meiri um kropsliga vælveru, og tí er áhugin fyri slíkum venjingarstøðum vaksandi. Í Fragd og Fimi tykist eisini vera fult, sigur Regin. ? So vit meta avgjørt tørvin vera til staðar.

Nakað fyri øll
Ætlanin við nýggja venjingarhølinum er, at hava nakað fyri øll. Bæði vand og óvand, ung sum eldri.
Yndi fer at bjóða venjing í Aerobic, spinning og ballett. Tey fara at hava rógvimaskinur og eitt renniband, umframt vanligu vektirnar, ið eru til ymsu kroppslutirnar. Eisini verður møguleiki at sóla sær. Tey fara sostatt at hava størri útboð enn kappingarneytin. ? Útgerðin er komin og hon er øll spildurnýggj. Hølini eru somuleiðis sett í stand, so alt er nýtt og 1. floks. Nú fara vit undir at seta alt upp, sigur Regin Vágadal.
Hann undirstrikar, at ætlanin er at hava venjing fyri øll. Eitt av serligu tilboðunum verður, at tá ið tú kemur inn fyrstu ferð, kanst tú tosa við ein ráðgeva, sum kann vísa á tín persónliga venjingatørv. Við hesum fært tú góð ráð um, hvussu júst tín venjing skal vera, fyri at tú skalt fáa sum mest burturúr. Eisini er ætlanin altíð at hava tvey starvsfólk í dagtímunum. Eitt, sum stendur handan diskin og eitt, sum gongur runt í hølunum, og vísir fólki hvussu tey skulu bera seg at við ymsu maskinunum. ? Eg havi vant nógv sjálvur, og eg havi sæð alt ov nógv til fólk, sum ikki duga at nýta ymsu maskinurnar, og tí venja skeivt. Hjá okkum skal tað vera eitt krav, at fólk venja rætt. Tí skal eitt starvsfólk ganga runt og rætta tey, sum ikki duga. Um onkur ikki sigur teimum hvussu tey skulu bera seg at, so hava tey ongan møguleika at læra hvussu maskinurnar skulu nýtast, sigur Regin. Hann sigur, at tað er so ótrúliga týdningarmikið at venja rætt, tá ið vant verður og at tey í Yndi tí fara at seta tað sum krav.

Samansett venjing
Regin sigur, at tey í Yndi hava varhugan av, at fólk eisini sakna eina bíliga, men fjølbroytta venjing.
Sum nú er, mugu fólk gjalda eina ávísa upphædd fyri at venja við vektum, eina aðra upphædd fyri at spinna og eina triðju upphædd fyri at gera aerobic. Tað verður tískil sera dýrt, um tú ynskir at venja fleiri ymisk ting.
? Vit ætla at skipa tað soleiðis, at tú t.d. rindar eitt ávíst mánaðargjald, sum gevur tær møguleika at venja so ofta tær lystir í ein mánað. Í hetta gjaldið verða so øll okkara tilboð íroknað. T.v.s. at um tú ein dag ynskir at lyfta vektir, næsta dag at spinna og triðja dag bæði at gera aerobic og rógva, so kanst tú tað, uttan at gjalda nakað eykagjald. Alt verður roknað í mánaðargjaldið, slær Regin Vágadal fast. ?Vit fara at heingja tekningarlistar upp í hølunum, sum fólk kunnu skriva seg á, um tey ynskja at spinna, gera aerobic ella ballet. Síðani er bert at møta upp avísu tíðirnar, uttan at gjalda nakað eyka. Tá tú ert komin inn, eru øll tilboð opin.
Enn er tó ikki endaliga fastlagt hvat gjaldið fer at verða. Tað fer tó at liggja á umleið somu príslegu, sum gjaldið í Fragd og Fimi. Ætlanin er eisini at hava somu skipanir við mánaðar? ,kvartals? og ársgjaldum, sum Fragd og Fimi hevur.
? Eg haldi ikki, at fólk hevur nakað ímóti at gjalda, um tey vita, at tey fáa nakað fyri pengarnar. Vit hava nýggja útgerð og fara at leggja okkum eftir eini góðari service, m.a. ætla vit at hava opið allan dagin allar dagar, eisini í vikuskiftinum. Vit koma at hava fakfólk til arbeiðis, sum vita hvat tey tosa um og sum kunnu ráðgeva kundanum.
Regin sigur seg ikki vita hvussu nógv fólk fara at kunna venja í senn, men hann staðfestir, at Yndi fer at hava ein greiðan politikk, tá tað kemur til kundatal. ? Tá tað er fult, so er tað fult og so mugu fólk bara bíða inntil onkur fer avstað, fyri at sleppa inn. Vit fara ikki at proppa fólk inn, bara so vit kunnu tjena pengar. Fólk skulu tíma at vera her, og tað tíma tey ikki serliga leingi, um tað verða ov langar bíðirøðir, sigur Regin. ? Men av tí, at vit fara at hava so góðar upplatingartíðir, skuldi tað tikið nakað av trýstinum, sigur hann.

Byrja í august
Ætlanin er, at venjingarmiðstøðin í Yndi skal lata upp fyri almenninginum seinast í august.
? Vit hava sum sagt akkurát fingið útgerðina til landið, so nú fara vit at skrúva hana saman og seta hana upp. Ætlanin er eisini at royndarkoyra venjingartólini í einar tvær vikur, áðrenn vit av álvara lata hurðarnar upp. So síggja vit hvussu alt fungerar og um okkurt skal broytast, greiðir Regin Vágadal frá. ? Um eitthvørt hendiligt óhapp skuldi hent, so er tað betur at tað ikki er opið fyri almenninginum tá, men at tað eru fólk, sum eru inni og royndarvenja, sigur Regin.
Eini 3-4 fólk fara at arbeiða í Yndi. Tvey verða fulla tíð, meðan hini so fara at taka vikuskiftisvaktir o.a.
? Vit gleða okkum at lata upp, og jú, vit síggja avgjørt ljóst uppá tað, staðfestir Regin Vágadal at enda.