Yndissangir hjá forsetavalevnunum

Í nátt varð amerikanska valið avgjørt, og nógv hevur verið frammi um bæði valevnini - Obama og Romney. Eisini teirra yndistónleikur er komin fram í ljósið.

 

Tónleikastreamingssíðan WiMP hevur savnað saman ein lista yvir teir sangir, sum Obama og Romney dáma best.

 

Yndistónleikarar hjá Obama eru eitt nú amerikanski Bruce Springsteen, sum verður at síggja í Parkini í Keypmannahavn í summar, The National og Arcade Fire og Lil Wayne og Eminem. Á listanum eru eisini Miley Cyrus, Cyndi Lauper, Beyoncé og Jay-Z, sum øll alment hava boðað frá, at tey stuðla Obama.

 

Romney, sum er 14 ár eldri enn Obama, lurtar eitt nú eftir Aerosmith, The Killers, Kid Rock, Garth Brooks og Toby Keith. Haraftrat lurtar hann eftir Nicki Minaj, sum á fløguni Dedicatóon 4 hjá Lil Wayne segði, at hon stuðlaði Romney. Hon hevur tú seinni sagt á Twitter, at hetta var skemt. Aðrir tónleikarar, sum stuðlaðu Romney eru Gloria Estefan og Vanilla Ice.

 

Hetta veit heimasíðan Gaffa í dag.