Sunnudagin 25. oktober var seinasta freist at lata skógvaeskjur inn til Christmas Child-tiltakið. Eskjurnar vórðu pakkaðar hjá Faroe Ship, og tilsamans 4060 skógvaeskjur vórðu sendar av landinum í mun til 3300 eskjur í fjør. Í ár verða eskjurnar latnar til børn í Rumenia.
Umleið 50 áhugabólkar kring landið hava verið við til at savna inn skógvaeskjur til tiltakið bæði samkomur, kirkjur, skúlar og onnur. Til dømis var Tilhaldið í Tórsgøtu eisini við í tiltakinum.
Tá eskjurnar koma fram, verða tær í samstarvi við kirkjur, samkomur, skúlar og vælgerandi felagsskapir á staðnum latnar børnum á sjúkrahúsum, barnaheimum, flóttafólkalegum, býlum fyri heimleys og í fátækrabýlingum.
Fyrireikararnir av Christmas Child tiltakinum fegnast um góðu undirtøkuna og ynskja at takka øllum sum hava stuðla á ymiskan hátt.