Tvey fólk doyðu, og minst 10 vórðu særd, tá ein maður tveitti fýra granatir ímóti einum busssteðgiplássi í belgiska býnum Liege stutt fyri middag í dag okkara tíð.
Sambært belgisku fjølmiðlunum var yvirgangsmaðurin annar, sum doyði. Aðrar keldur siga, at skot eru at hoyra, og at løgreglan hevur avbyrgt økið.
Liege er einar 100 kilometrar í landssynning úr høvuðsstaðnum Bruxelles og er tí partinum av Belgia, har fólk hava franskt sum móðurmál.