Yvirlýsing

Niðanfyristandandi yvirlýsing varð samtykt á fólkafundinum í Gamla Kommunuskúlagarðinum í Havn, seinnapartin týsdagin

Yvirlýsing


Vit fundarfólk


staðfesta,

at vit búgva í einum øðrum ríki enn danska ríkinum og hava rætt til frælsi at gera av, hvussu vit skulu stýrast


viðurkenna

ikki Poul Nyrup Rasmussen sum okkara forsætisráðharra


ásanna

at danski forsætisráðharrin sýtir okkum rættin, til at skipa samfelag okkara á demokratiskan hátt


undrast á,

at forsætisráðharrin kemur higar til lands at halda ríkisfund uttan at vilja gera grein fyri, hvat ella hvørji ríki talan er um


halda

tað vera markleysan frekleika, at hann sum fremmandur forsætisráðharri sigur seg koma higar at hitta vanliga fólkið og sjálvur setir dagsskránna fyri fundin, so at tey mál, sum hava størstan áhugan hjá okkum, nevniliga frælsi ríkisins og bankakanningin, ikki skul takast upp á tungu.


krevja

at forsætisráðharrin beinanvegin gevur valdið frá sær, so at vit, ið innborin eru í hesum ríki, kunnu velja tann tjóðfund. í- vit hava sett fram ynski um í brævi okkara til Margrethu drotning tann 9. juni 1995


Soleiðis samtykt á fólkafundi í Havn á trettanda 1998