Yvirvág av havnarmonnum á Sandi

Størsti parturin av besta liðnum hjá B71 eru leikarar, sum eru uppaldir aðra staðni enn á Sandi

 

Hagtøl


Tað stendur ikki so væl til í B71 við tilgongd av ungum leikarum. Tí eru sandoyingar noyddir til at brúka aðrar møguleikar fyri at styrkja um hópin hjá sær.

Tað ljóðar næstan ótrúligt, men á B71-liðnum, ið vann 1-0 á EB/Streymi sunnudagin, spældu heili tíggju leikarar, sum eru uppvaksnir í øðrum feløgum, og bert fýra upprunaligir sandoyingar: Eli Hentze, Bergleif Sólsker, Jógvan Jón Petersen og Hans Meinhard Midjord. Av hesum fýra eru einans Eli Hentze og Bergleif Sólsker fastbúgvandi á oynni. Tað eru útlendingarnir, Valdemar Nowicki og Julian Florescu, eisini. Allir hinir búleikast í Suðursteymoy.

Við leikandi venjaranum Kára Reynheim á odda kundu havnarmnenn næstan mannað sítt egna lið heima á Sandi, serliga tá ið hugsað verður um til dømis Høgna Hansen og Flóvin av Fløtum Jespersen, sum av ymsum orsøkum vóru uttanfyri sunnudagin. Sørvingarnir hjá B71 Petur Ritter og Bjørn Thorsteinsson búgva eisini í høvuðstaðnum.

Toftamenn kunnu kanska ikki klaga so nógv um fráflyting av ungum fólki, sum tey í Sandoy, men støðan viðvíkjandi egnum ungum fótbóltsleikarum er ikki nógv øðrvísi í B68, enn hon er í B71.

Einans fýra upprunaligir toftamenn (Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen, Jan Petersen og Oleif Joensen) byrjaðu í dystinum í Gundadali ímóti HB, og ein afturat, Øssur Jacobsen, kom inn í 2.hálvleiki. Jan C. Dam og John Heri Dam eru uppvaksnir í HB, Magnus E. Poulsen í B36, Arnold Joensen í KÍ, Hans Fróði Hansen í LÍF, og Mortan Hansen í grannafelagnum NSÍ. Marlon Jorge var einasti útlendingurin á liðnum hjá B68 sunnudagin. Men við í hópinum hava toftamenn tveir aðrar brasiljumenn, Marcelo og Messias, og sjálvandi Súna Fríða Johannesen, ið hevur spælt inni á Toftum í fleiri ár samanlagt, men hann er heldur ikki toftamaður.

Hinvegin fekk tann unga vónin hjá B68, 17-ára gamli Jann Ingi Petersen, ikki møguleika fyri at vísa sínar dygdir ímóti HB, men unglingurin av Saltnesi verður ivaleyst at síggja á besta liðnum hjá toftamonnum hetta kappingarárið.