Hetta snýr seg ikki um at fylgja við vanligum borgarum.
Tað snýr seg um, at tey, sum gera seg kynsliga inn á børn, ikki skulu kunna fjala seg, bara tí talgildu sporini eru vekk, áðrenn brotsverkið varð meldað.
Endamálið er, at løgreglan skal kunna finna fram til fólk, sum millum annað gera seg kynsliga inn á børn á netinum.
Orðið yvirvøka fær nógv at gerast ótrygg. Tað er væl skiljandi. Nógv ímynda sær, at myndugleikarnir skulu kunna síggja, hvørjar heimasíður vit vitja, hvat vit lesa, og hvørjum vit samskifta við.
Men tað er ikki tað, sum uppskotið snýr seg um.
Talan er ikki um at goyma innihaldið í boðum, myndir, loyniorð ella eina søgu yvir tær heimasíður, sum vit vitja. Talan er um grundleggjandi ferðsluupplýsingar, eitt nú hvør kundi hevði eina ávísa IP-adressu á einum ávísum tíðspunkti.
Ein IP-adressa kann samanberast við eitt telefonnummar. Telefonnummarið ger, at eitt uppkall kemur til rætta telefon, meðan IP-adressan ger, at upplýsingar á netinum koma til rætta netsamband.
§ 4 í uppskotinum sigur í stuttum, at fjarskiftisveitarin skal goyma upplýsingar um, hvør kundi hevði eina ávísa IP-adressu ella eitt telefonnummar í einum ávísum tíðarbili. Soleiðis er ikki talan um at spora innihaldið.
Eins og eitt telefonnummar ikki prógvar, hvør helt telefonini, prógvar ein IP-adressa heldur ikki, hvør brúkti sambandið. Men fjarskiftisveitarin kann upplýsa, hvør kundi hevði IP-adressuna á einum ávísum tíðspunkti. Tí kann hon vera eitt týdningarmikið spor hjá løgregluni.
Hví er hetta neyðugt?
Hugsa tær, at eitt barn verður sett í samband við ein vaksnan á einum sosialum miðli. Viðkomandi fjalir seg aftan fyri falskt navn og falska vangamynd og lokkar m.a. við peningi og gávum ella trýstir barnið at senda kynsligar myndir.
Kann løgreglan fáa upplýst, hvør IP-adressa varð nýtt, og nær sambandið fór fram eru sannlíkindi fyri at finna fram til brotsfólkið nógv størri.
Hinvegin eru hesir upplýsingar ikki tøkir men strikaðir, steðgar slóðin. Tá kann tann, sum gjørdi seg inn á barnið, sleppa undan, tí talgilda sporið er horvið.
Hetta kann samanberast við eitt vanligt brotsstað. Har kann løgreglan tryggja fingramerki, vakmyndir og onnur spor. Tað merkir ikki, at løgreglan hevur fría atgongd til øll hús. Men sporini mugu varðveitast, um tey seinni skulu kunna brúkast í einari kanning.
Sama meginregla eigur at galda á netinum.
Ein IP-upplýsing er heldur ikki í sjálvum sær prógv um skuld. Fleiri fólk kunnu hava brúkt sama netsamband. Men upplýsingin kann geva løgregluni eitt neyðugt byrjanarstað.
Hvør sleppur at hyggja?
Upplýsingarnar skulu ikki liggja í einum almennum savni, har ein og hvør myndugleiki kann leita eftir egnum ynski. Tær skulu liggja vardar hjá fjarskiftisveitarunum.
Atgongd skal vera knýtt at einari ítøkiligari løgreglukanning og teimum treytum, sum rættargangslógin setur. Tá ið talan er um inntriv í loyniliga partin av samskiftinum, skal rætturin taka støðu til, um inntrivið er neyðugt og hóskar til álvaran í málinum.
Tað eru sostatt tvey ymisk stig:
Fyrst verða avmarkaðu talgildu sporini goymd í eitt ár.
Síðan skal løgreglan hava lógligt grundarlag fyri at fáa atgongd til tey í einum ítøkiligum máli.
At eitt spor verður varðveitt, merkir ikki, at nakar myndugleiki ella nakar annar hevur fingið loyvi at kanna tað. Men verður sporið ikki varðveitt, hevur ein dómari heldur einki at geva løgregluni loyvi at kanna.
Vit skulu verja bæði privatlívið hjá borgaranum og børnini móti pedofilum á netinum. Tað gera vit við avmarkaðum upplýsingum, tryggari varðveitslu, greiðum reglum, eftirliti og fastari striking eftir ávísa tíð.
Sum áður nevnt, hetta snýr seg ikki um at fylgja við vanligum borgarum.
Tað snýr seg um, at tey, sum gera seg kynsliga inn á børn, ikki skulu kunna fjala seg, bara tí talgildu sporini vórðu strikað, áðrenn brotsverkið varð meldað.
Fróði Magnussen, umboð fyri Fólkaflokkin.
Møguligt er at lesa uppskotið her: https://prodstoragehoeringspo.blob.core.windows.net/97d3e876-c2bc-48c5-a31d-ac8d59c66153/Udkast%20bekendtgørelse%20for%20Færøerne%20om%20generel%20og%20udifferentieret%20registrering%20og%20opbevaring%20af%20oplysninger%20om%20en%20slutbrugers%20adgang%20til%20internettet.pdf










