Zelensky: Stórt álop á Kiev er svarið hjá Russlandi til heimin

Deyðilig álop á høvuðsstaðin í Ukraina er aftursvar til teirra, sum hava vónað vápnahvíld, sigur Zelensky.

Ukrainski forsetin sigur í morgun, at í minsta lagi átta fólk - teirra millum eitt barn - doyðu í russiskum álopum á Kiev í nátt. - Mynd: Alina Smutko

Russisk álop á høvuðsstaðin í Ukraina, Kiev, hósnáttina vísa, at tørvur er á sterkum revsitiltøkum móti Russlandi.

Hetta skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky í einum uppslagi á sosiala miðlinum X í morgun.

- Allar freistir eru brotnar, tíggjutals møguleikar fyri diplomati eru oyðilagdir. Russland skal kenna seg hava ábyrgdina av hvørjum álopi, fyri hvørjum degi í hesum stríðnum, stendur í fráboðanini.

Ukrainsk embætisfólk søgdu fyrr í morgun, at Russland hevði framt eitt stórt dronu- og rakettálop í nátt, sum rakti fleiri ymisk støð í býnum.

Upplýst varð, at í minsta lagi fýra fólk høvdu latið lív. Hósmorgunin segði Zelensky, at í minsta lagi átta fólk - teirra millum eitt barn - vóru við.

- Enn eitt massivt álop á okkara býir og samfeløg. Fleiri dráp, skrivar forsetin.

Sambært ukrainska forsetanum er álopið í gjárkvøldið eitt úttrykk fyri, hvussu Russland reagerar uppá diplomati. Hann heldur tí, at neyðugt er við sterkari revsitiltøkum móti grannalandinum.

- Hesar russisku rakettirnar og álopsdronurnar eru í dag eitt greitt svar til øll í heiminum, sum í vikur og mánaðir hava heitt á um vápnahvíld og um veruligt diplomati, skrivar hann.

Zelensky skrivar eisini, at hann eftir álopið í gjárkvøldið væntar eina reaktión úr Kina og Ungarn.

- Kina hevur fleiri ferðir heitt á um, at kríggið ikki skal víðkast og um vápnahvíld.

Hann greiðir ikki nærri frá, hví hann væntar reaktión úr Ungarn. Landið hevur áður verið ein snávingarsteinur í samtyktini av ES-revsitiltøkum móti Russlandi.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, vitjaði fyrr í hesum mánaðinum í amerikanska statinum Alaska. Her tosaði hann við amerikanska forsetan, Donald Trump.

Nakrar dagar seinni var ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, á fundi í Hvítu Húsunum í Washington, D.C., har sjey evropeiskir leiðarar, teirra millum teir úr Fraklandi, Týsklandi og Bretlandi, luttóku.

Stríðið, sum byrjaði í februar 2022, var á skránni á báðum fundunum.

 

/Ritzau/

 

Ukrainski forsetin sigur í morgun, at í minsta lagi átta fólk - teirra millum eitt barn - doyðu í russiskum álopum á Kiev í nátt. - Mynd: Alina Smutko