VIDEO: “Very very cool” (um brotssparkið hjá Geza)

(Video) Her eru almennu hæddarpunktini frá EFL frá minniliga dystinum í Grimsby

Mynd: Grimsby Town

Enska fótbóltsligan, EFL hevur lagt út almennu hæddarpunktini frá sensasjónella 12-11 (2-2 - 2-0) steypasigrinum hjá Grimsby, tá teir í øðrum umfarinum í Liga Cup kappingini sendu Manchester United úr kappingini.

 

Um brotssparkið hjá David Geza Turi í brotssparkskappingini segði enski frásøgumaðurin: "Very, very cool".

 

HER ber til at síggja øll hæddarpunktini í góðari góðsku. Brotssparkið hjá Geza sæst við 11 minuttir og 34 sekund:

 

##med2##

 

Grimsby 2 - 2 Manchester Utd (Grimsby vinnur 12-11 eftir brotssparkskapping)

 

1-0 Charles Vernam ('22 )

 

2-0 Tyrell Warren ('30 )

 

2-1 Bryan Mbeumo ('75 )

 

2-2 Harry Maguire ('89 )

 

Mynd: Grimsby Town