Føroyameistarakappingin í leirdúgvuskjóting

Komandi vikuskifti fara FM kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki.

Tíðindaskriv:

 

Byrja verður leygardagin 30. august við FM í OL trap og OL skeet. Fyrri dagurin í OL skeet verður avgreiddur á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála, og sunnudagurin verður á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla, á Sandvíkum í Tórshavn.

 

Báðir dagarnir í OL trap verða á breytini á Sandvíkum í Tórshavn.

 

Seinasta FM kappingin í ár, verður úti á Vík í Leirvík leygardagin tann 6. september, har FM vinnarin í Nordisk Trap skal finnast

 

Longu nú er greitt, at vit skulu hava ein nýggjan FM vinnara í OL skeet, tí Marius F. Joensen sum bleiv FM vinnari í fjør, fær ikki luttikið í ár.

 

Í OL trap skal Esmar Joensen royna at verja meistaraheiti, sum hann óvæntað vann í fjør, og í Nordisk Trap, sum fyrstu ferð bleiv skipa fyri FM í fjør, skal Alex Johannesen royna at endurvinna tað meistaraheiti.

 

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya. Leinkjan er: https://skot.fo

 

##med2##

 

##med3##