Í minsta lagi átta fólk eru dripin og mong eru særd í ógvusligum russiskum álopum á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, í nátt.
Sagt verður, at fleiri býarpartar í høvuðsstaðnum eru raktir í álopunum.
Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, heitti í nátt á fólk um at halda seg í bumburúmum, og hetta skrivaði hann á boðtænastuni, Telegram.
Í morgun sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at í minsta lagi átta fólk hava latið lív í álopunum - og í minsta lagi 38 eru særd.
Ukrainski innanríkisráðharrin, Ihor Klymenko, sigur, at tvey børn eru millum tey, sum hava latið lív, og børn eru eisini millum tey særdu.
Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - í morgun.
Dagført:
Seinni í morgun er talið av deyðum í russiska álopinum á Kyiv dagført. Talið er nú komið upp á 14 - og talið av særdum er 48, veit AFP at siga.