Fyrrverandi italski forsætisráðharrin, 86 ára gamli, Silvio Berlusconi, fanst herfyri at ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.
Í einari útsøgn segði hann, at Zelenskyj hevur skyldina av krígnum í Ukraina, tí hann "... ikki gavst við at leypa á regiónirnar í Donbas, sum vilja loysa frá Ukraina".
- Eg síggi atburðin hjá hesum manni sum ógvuliga negativan, og eg hevði ongantíð farið og tosað við Zelenskyj, sigur hann sambært Reuters.
Silvio Berlusconi vísti á, at øll síggja oyðileggingarnar í Ukraina og drápini av hansara egna herfólki og sivilfólki.
Men, Volodymyr Zelenskyj er als ikki samdur við fyrrverandi italska forsætisráðharran og sigur sambært Reuters soleiðis:
- Berlusconi hevur ikki verið noyddur at livað við bumbum hvønn dag, sigur ukrainski forsetin, tá hann verður spurdur um útsagnirnar hjá hinum 86 ára gamla.
##med2##