Hann væntar, at USA fer at hjálpa til við at geva friðarroyndunum nýtt lív og fáa enda á krígnum í Ukraina.
Tað skrivar Reuters.
Á Telegram takkar Zelenskyj teimum báðum fyri vilja sín at arbeiða miðvíst fyri at fáa gongd á diplomatisku tilgongdina.
– Eg eri takksamur fyri viljan at arbeiða so virkið sum gjørligt komandi vikurnar fyri at geva diplomatinum eitt lyft og fáa enda á russiska krígnum móti Ukraina, skrivar hann.
Zelenskyj er á veg aftur til Kyiv eftir vitjan í London, har hann hitti leiðararnar í Fraklandi, Bretlandi og Týsklandi. Har varð tosað um møguleikarnar fyri at fáa eina loysn á krígnum, sum nú hevur vart í meira enn fýra ár.
Leiðararnir í teimum trimum londunum stuðla einum uppskoti um, at Zelenskyj og russiski forsetin, Vladimir Putin, hittast í eini roynd at fáa avtalu um vápnahvíld.
Tað var Zelenskyj, sum í einum opnum brævi skeyt upp, at teir báðir skuldu hittast. Putin hevur tó sagt, at hann fyribils ikki sær nakra orsøk at taka undir við uppskotinum.
Sambært Reuters segði Putin, at brævið hevði fleiri heldur óhøviskar viðmerkingar, og at hann ivast í, um endamálið veruliga var at leggja lunnar undir ein fund.
Friðarsamrøðurnar, sum Witkoff og Kushner hava verið partur av, eru í løtuni steðgaðar. Í staðin er nógv av altjóða uppmerkseminum vent móti stríðnum í Miðeystri.
Kortini sigur Zelenskyj, at friður í Evropa framvegis eigur at vera eitt høvuðsmál hjá heimsins leiðarum.
Hann upplýsir eisini, at hann og amerikonsku sendimenninir hava umrøtt møguleikarnar fyri nýggjum samráðingum á komandi G7-toppfundinum í franska býnum Evian.











