Í gjár vitjaði Volodymyr Zelenskyj býin, Bakhmut, sum liggur á hermótinum í Donetsk. Her hitti forsetin hernaðarleiðarar og býtti út heiðurstekin til ukrainskar hermenn undir vitjanini.

Zelenskyj vil fría øll tey hersettu økini í Ukraina

Í gjár vitjaði Volodymyr Zelenskyj býin, Bakhmut, sum liggur á hermótinum í Donetsk.

 

Í gjár vitjaði Volodymyr Zelenskyj býin, Bakhmut, sum liggur á hermótinum í Donetsk. Her hitti forsetin hernaðarleiðarar og býtti út heiðurstekin til ukrainskar hermenn undir vitjanini.

Eftir vitjan á hermótinum í ukrainska býnum, Bakhmut, har eysturi í landinum, váttar forsetin, Volodymyr Zelenskyj at hann ynskir at frigera øll øki í Ukraina, sum Russland hevur hertikið.

 

- Vit skulu gera alt - tað møguliga, tað ómøguliga, tað væntaða og tað óvæntaða - fyri, at okkara hetjur skulu hava alt tað, teimum tørvar, fyri at vinna, segði forsetin í sínari video-talu siðstu nátt.

 

Í gjár vitjaði Volodymyr Zelenskyj býin, Bakhmut, sum liggur á hermótinum í Donetsk. Her hitti forsetin hernaðarleiðarar og býtti út heiðurstekin til ukrainskar hermenn.

 

Seinastu vikurnar hava harðir bardagar verið í økinum, har nógvir hermenn á báðum síðum eru falnir í bardøgunum um býin og økið kring býin, sum russar hava roynt at tikið. 

 

Í gjárkvøldið vistu fleiri amerikanskar tíðindastovur annars at siga, at ukrainski forsetin í dag fer á vitjan í Hvítu Húsunum í USA og í kongressini í Washington.

 

Hetta verður samstundis fyrsta kenda vitjanin hjá Volodymyr Zelenskyj uttanfyri Ukraina, síðan Russland leyp á landið hin 24. februar í ár, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

 

 

Í gjár vitjaði Volodymyr Zelenskyj býin, Bakhmut, sum liggur á hermótinum í Donetsk. Her hitti forsetin hernaðarleiðarar og býtti út heiðurstekin til ukrainskar hermenn undir vitjanini.