hevur nú býtt inntøkurnar, sum komu frá Intertoto-Cup kappingini seinasta summar. Eitt føroyskt felag var við í hesi kapping, og fyri tað luttøkuna fær B36 55.042 sveisarfrankar, sum svarar til stívliga 250 [...] formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, sum mánadagin fer frá sum formaður í meistarafelagnum. Hjá okkum var støðan serlig, tí vit løgdu eina venjingarlegu í hølunum á dystinum í Grikkalandi, og tí gjørdust [...] Hesir pengar eru eingin trygd hjá føroysku felagnum at fáa, og orsøkin til, at B36 fekk hesa upphædd var, at teir vóru støðufastir og hildu seg hava rætt til eina peningaupphædd, eftir sum Tipstænasta brúkti
renna úr tonnunum á svongum føroyingum. Onkur var, skrivar Lokalavisen, sum helt, at luktirnir í føroyska køkinum vóru ørðvísi, enn tey vóru von við. Men hvussu var og ikki, varð dúgliga etið, skrivar blaðið [...] føroyskari viku. Og tiltakið eydnaðist heilt væl, siga fyrireikararnir. Eitt av tiltøkunum hesa vikuna, var eitt kvøld við føroyskum mati á Løgten Kro, sum varð rættiliga væl vitjað, skrivar Lokalavisen Djursland [...] Vig. Blaðið sigur, at har vóru komnir nógvir føroyingar, summir langvegis frá. Og føroyskt undirhald var eisini á palli. Kallakórið Quaduilt úr Århus, Ingun Simonsen og bólkurin Safir stóðu fyri sanginum
Jan Müller Millum framsøgumenninar á tingi tá uppskotið til oljulóggávu var til viðgerðar var eisini Óli Jacobsen úr Verkamannafylking í samgongu. Hann rósti teimum, sum høvdu arbeitt við uppskotinum og [...] mest áhugaverd har var, at allur norski oljupeningurin er við at gerast ein trupulleiki fyri landið. Stjórnin hjá Arbeiðaraflokkinum tapti jú valið herfyri, meðan Framburðsflokkurin var tann stóri vinnarin [...] vinnarin. Orsøkin til tapið hjá stjórnarflokkinum var, at hann helt aftur við at nýta burtur av oljupengunum, og var her serliga hugsað um støðuna hjá teimum eldru. Teir flokkar, sum nú hava fingið valdið,
býráðið einaferð afturat. Ætlandi skuldi málið leggjast fyri á fundi í kvøld. Men seinast, vit frættu, var líkt til, at hann varð útsettur til mánakvøldið. Tá ið vit spyrja Páll Vang, hví málið skal fyri aftur [...] metingar, at tað fer at kosta kommununi um 500.000 í endurgjaldi til hagapartarnar. Síðsti prísurin var 2,75 fyri fermeturin. Men afturat tí eru útreiðslur til stik, rulluportur o.a., og tað kostar eisini
og bókasavn. Tá ið doktarin húsaðust í húsunum, var eisini apotek í húsunum. Men tá var ikki nógvur heilivágur og tað sæst aftur á apotekinum, tí tað var lítið, ikki meiri enn tvær ferðir tveir metrar hvønn
Hann hevur sjálvur fyri stuttum verið og vitjað norsku vinnuna, og tað einasta, hann var eitt sindur ivasamur um, var tað, sum hendi á sjálvum boripallinum. Alt annað klára vit sjálvir, heldur hann. Vilhelm
Í mai mánaði í ár var Safir føroyskt umboð á eini tónleikastevnu, sum varð sjónbandað og víst í norska sjónvarpinum NRK umframt nógvum øðrum europeiskum londum. Og í oktober mánaði var bólkurin í Finlandi [...] Finlandi, har teir spældu til konsert í svenska teatrinum í Helsinki. Salurin, sum tók 100 fólk, var nærum fullsettur til konsertina. Á hesi ferðini til Helsinki, varð ein sending gjørd um Safir og Føroyar
Gunnar Gregoriussen. Men so var Absalon so óheppin at fáa ein skaða sum gjørdi, at hann noyddist at gevast, og tað hevði so við sær, at Gunnar hevði fingið pláss í finaluni. Annars var Absalon mest spennandi [...] Gregoriussen og Erland Poulsen, báðir úr HBF. Fyrsta settið var sera javnt, teir skiftust um at liggja á odda og vera javnir, til støðan var 13-13. Síðstu løtuna av hesum settinum gekk betur hjá Gunnari [...] 15-11 til Erland Poulsen, sum harvið hevði vunnið Tórshavn Open 1997 fyri menn. Kvinnur Hjá kvinnunum var enn eina ferð talan um lokaluppgerð á Strondum, og hesa finaluna vann Ingun Hansen trygt á Borglis
Limalondini hava rætt at mótmæla (objection proceedure) fyri viðtøkum NEAF?s. Fundurin hesa ferð var merktur av teimum fyrireikingum, sum NEAFC hevði sett í verk til tess at felagsskapurin kann umsita [...] av AFCM, har serstakliga spurningar um kongafiskin í Irmingarhavinum, norðhavssildina og um makrel var umrøddur. NEAFC setti upp nýggjar og framhaldandi fyrispurningar til ECES um ráðgeving. NEAFC ásetti
Teir hugdu dúgliga inn til hennara, tá ið hon var sovnað, »eins og vanligt var at gera, tá ið lík stóð undir børu. Men tá ið hon morgunin eftir vaknaði og var væl fyri, vóru menn á einum máli um, at hesin