Countrybólkurin úr Klaksvík fer at spæla. Fríggjakvøldið verður eisini dansur í tjaldinum við bátahylin, har tað sera væl umtókta orkestrið Kjølar úr Kollafirði fer at spæla. Leygardagurin byrjar við tí [...] landinum fara at kappast. Klokkan 14 verður stevnan sett av Bjarna Djurholm, løgtingsmanni. Í sambandi við setanina, ið fer fram á kaiøkinum - við Vestsalmon - fara ítróttarfólk saman við kappríðarum at ganga [...] okkurt til børnini at stytta sær um tíðina við. Beint aftaná kappróðurin handar Øssur av Steinum vinnandi manningum steyp og heiðursmerki. Á parkeringsplássinum við skúlan skipa skótarnir fyri tivoli og øðrum
kann vera óttin fyri, at Greenpeace skal gera álvara av at steðga framleiðsluni so ella so. Tað er ikki so langt síðani, at umboð fyri Greenpeace mótmæltu framleiðsluni á Foinaven uttan fyri høvuðsskrivstovuna [...] Sue Cooper sigur, at orsøkin til at tey hava valt Rockall í hesi herferðini er tann, at heili fýra lond gera krav uppá Rockall og tí vóna tey, at stjórnirnar í øllum hesum londum fara at geva tiltakinum [...] eitt nú við at forða teimum í at gera seismiskar kanningar sigur Sue Cooper, at Greenpeace í sínum kampanjum móti oljuleiting fer ikki at siga nakað um, hvørji tiltøk felagsskapurin fer at taka til í
helt reiðaravirkið. Men veruleikin var tann, at Martinus hevði ikki ánilsi av nøkrum, sum hevði við ?brúnna³ at gera. Og av tí, at hann ikki tordi at syrgja fyri nøkrum, tá skipið skuldi fara úr havnini í [...] býr væl fyri miðskeiðis í bygdini. Tí er stutt hjá honum at ganga hagar flestu tiltøkini á Sundalagsstevnuni eru. Og hann ætlar sær í fyrsta lagi at hyggja at kappróðrinum. Ofta endar tað við, at eg eisini [...] plagdi at siga. Martinus og skiparaeinkjan gjørdust so mikið væl, at einkjan gav Martinusi skiparapappírini hjá manninum. Og so fór Martinus at útvega sær skiparakjans. Tað var so skjótt, at hann hevði
Seyðisfjørður, Tórshavn, Hanstholm. Betri fyri heildina Óli Hammer sigur, at tey hava tikið hetta stigið tí tey halda, at tað er betri fyri Smyril Line og tí tað er betri fyri heildina av føroyingum, sum hava saknað [...] tí, at Hetland aftur verður tikið uppá rutuna hjá Norrønu, ber so aftur í sær, at stundir verða ikki at sigla til Esbjerg í Danmark. Tí verður gamla siglingin til Hanstholm tikin uppaftur. Tvs, at komandi [...] vit eiga at lurta eftir, er tað ikki nóg mikið til at gjøgnumtrumfa eina loysn. Og ei heldur hevur landsstýrið lovað okkum at taka um endan, um tað ikki gongur. Vit gera hetta, tí vit halda, at tað er
n í Undirvísingarmálum hevur sett Ásu Ellefsen, Tórshavn, í starvið sum leiðari fyri Skúlan á Trøðni frá 1. aug. 1997 at rokna. Ása Ellefsen er fødd í 1939. Hon tók læraraprógv í 1981, serlæraraprógv í [...] í 1986 og cand.pæd.psyk. frá DLH í 1990. Ása hevur verið settur undirvísingarleiðari fyri Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina frá 1. august 1991 til 1. oktober 1994, og hevur síðani 1. august 1996 verið settur
heldur, at dømið við kongafiskinum úr Irmingarhavinum eigur at ræða okkum frá øllum tosi um at noyða øll føroysk skip at selja í Føroyum. Ímynda vit okkum, at øll føroysk skip verða tvingað at selja allan [...] vænta, at prísurin verður hareftir, sigur Jákup Sólstein. Í løtuni er prísurin, virkið á Tvøroyri letur fyri kongafisk úr Irmingarhavinum, millum 2,41 og 2,55 krónur kilo. Jákup Sólstein vísir á, at Fiskavirking [...] Millum annað hevur Reiðarin á Suðringi víst á, at prísurin er alt ov vánaligur. Misbrúkar støðuna Í løtuni er tað bara Fiskavirking á Tvøroyri, sum hevur orku at virka kongafisk í størri nøgdum. Og hetta heldur
tosa eitt sindur um 9.- og 10. boð. Hetta við ikki at gyrnast næstan... Samstarv Jákup Mørkøre heldur, at endamálið við einum borgarafundi átti at verið at fingið greitt, hvat tú kanst og hvat tú ikki kanst [...] verða standandi uttan fyri dyrnar á flakavirkinum so leingi kongafiskalinjan ikki verður flutt longur inn á gólvið á virkinum. Ikki fyrr enn Fiskavirking vísir, at ætlanirnar at flyta linjuna eru sleptar [...] Hann skjýtur nú upp, at P/F Føroya Fiskavirking í staðin flytir kongafiskalinjurnar á flakavirkinum á Tvøroyri suður til Vágs. Fyri nøkrum árum síðani vórðu íløgur gjørdar fyri millum tvær og tríggjar
ikki. Helst veit hann ikki av, at tú ert ein av teimum lesandi. Fyrimunur at byrja lesturin í Føroyum Hetta, at vera burtur heiman, trupulleikarnir við málinum og tað, at frálæran er so ópersónlig, kann [...] teirra. Broytingin skuldi tí viðført, at útbúgvingin gjørdist meira viðkomandi og áhugaverd hjá næmingunum. Fakligt sjokk Hjá nógvum næmingum er tað eitt fakligt sjokk at fara undir hægri lestur. Orsøkirnar [...] lesturin fellir tí lættari. Sosialt sjokk Fleiri, sum velja at fara undir eina hægri útbúgving uttanlands, fáa eisini aðrar trupulleikar at dragast við. Í Føroyum búði tú heima, og fekk alt serverað. Nú
dagin. Roknskapurin vísir, at í fjør hevði kommunan eina inntøku uppá slakar 258 milliónir. Í fíggjarætlanini varð roknað við eini inntøku uppá 233 milliónir. Inntøkan er sjálvandi at kalla bara skattur. Men [...] kommununi, skulu 500 fíggjast yvir skattin, hinar 50 eru fyri býlingshús og dagsstovnar o.s.fr. sum Landið betalir ein part í. Kommunan ætlar at betala 35 milliónir av skuldini í ár. 500 milliónir í skuld [...] skuld svarar til tvær álikingar og tað hevur verið góðtikið at vera rímiligt. Málið er at koma niður á eina álikning hetta valskeiðið.
viðurskiftini, tí veruleikin er, at einki skil hevur verið á. Býráðsformaðurin sigur, at kommunan hevur í nógv ár ligið á landsmyndugleikunum fyri at fáa teir at royna at fáa eftirstøðuna inn. Men tað [...] Gjaldsstovan nú hevur lovað okkum at leggja størri dent á innkrevjingina. Vilja sleppa sjálvi Leivur Hansen sigur, at tað, sum kommunan vil, er at sjálv at fáa skattainnkrevjingina at umsita. Vit hava havt stóra [...] vit á berum, og vit halda, at tað kommunala sjálvstýrið heilt avgjørt eigur at at umfata tað mest týðandi málið fyri kommununa. Eingin meining í Leivur Hansen skoytir uppí, at hann, og aðrir kommunalpolitikarir