ein millumbylgjusendara fyri einar fýra - fimm milliónir krónur, sum er væl bíligari, enn tað, áður hevur verið nevnt, at ein slíkur kostar. Talan er um sendara við nýggjari teknologi, sum er nógv tryggari
brævið frá løgtingsmanninum tulkast soleiðis, at hann hevur hug at halla til at tað er lansstýrismaðurin við vinnumálum heldur enn Føroya Tele, sum hevur ábyrgdina av støðuni, sum er íkomin. Og við Dag og [...] og Viku hóskvøldið segði hann, at kann tað staðfestast, at landsstýrismaðurn hevur ábyrgdina, eigur hann at leggja frá sær. Tórbjørn Jacobsen er ikki nøgdur við, at landsstýrismaðurin ger eina kanning »av
Tað er útvarpskvinnan Elin Winther Poulsen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at gera sendingarnar. ? Upprunaliga hugskotið eigur Gulla Øregaard. Hon hevur arbeitt við evninum í fleiri ár, og eg havi síðani
seinnu árini hevur fremsti danski framleiðarin av undirhaldssendingum til sjónvarp, er nú selt til altjóða felagið FremantleMedia. Annar av eigarunum í Blu er føroyski Per Zachariassen, og hann hevur eisini [...] av leiðarunum í felagnum, sum hevur skapt nógv góð sjónvarpskonsept, sum eru send í Danmark og seld til onnur lond. Eitt nú Stóra Klassafestin og Vinir fyri lívið. Nú hevur FremantleMedia, sum er í somu [...] dia hevur deildir í nógvum londum, og felagið er kent fyri sjónvarpskonsept sum Idols og sendingarnar við kokkinum Jamie Oliver. Tað verður ikki upplýst, hvussu nógvar pengar FremantleMedia hevur brúkt
Tað gongur út yvir kvalitetin í lógararbeiðnum, at løgtingið hevur so nógv at gera seinast í tingsetuni. Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum heldur tað verða sera trupult at loysa trupulleikan [...] so stutta tíð, sigur løgmaður. Mistøk henda Søgan er tann sama mest sum á hvørjum ári. Løgtingið hevur eitt evstamark fyri at leggja uppskot fram, og dagarnar frammanundan 5. mars er rættilig rok í løgtinginum [...] øll tey uppskotini fram, sum hava verið á veg, og sum alt í einum ikki kunna bíða longur. ? Hetta hevur verið eitt afturvendandi problem í nógv ár, og støðan er tann í sama í parlamentum aðrastaðni. Eg
góðum úrsliti. Finskur áhugi Sunnleif hevur veruliga ment seg tey seinnu árini, og einki bendir á, at hann fer at hava nógva tíð til avlops í framtíðini. Hann hevur longu nú fingið ein hóp av bíleggingum [...] so fløgan her, og eg haldi, at hon er framúr góð, segði Henrik Rørdam, sum er stjóri í Dacapo, ið hevur givið fløguna út. Á fløguni er eisini ein konsert fyri saxofon, sum Sunnleif skrivaði fyri fýra árum [...] framførd í Helsingfors í heyst og næsta ár í einum øðrum finskum býi, sum kallast Tammerfors. Hinvegin hevur hann longi fingið bíleggingar av symfoni nr. 2. Henda bíleggingin er komin úr einum øðrum finskum
altjóða mentanartiltaki har umboð fyri íalt 17 ymisk lond fara at luttaka við øllum tí, sum teirra land hevur at bjóða. Á skránni verða bæði framsýningar, tónleikur, matur, søgur og uttan iva nógvur látur, tí
Pál Weihe hevur tey seinnu árini havt eitt økt samstarv við granskarar á hesum universiteti, og nú er hann so vorðin meiri formliga knýttur til staðið sum gestagranskari í eitt tíðarskeið. Pál fer kortini [...] kortini at halda fram sum áður við granskingararbeiði sínum í Føroyum, men hevur nú fingið ein serstakan møguleika at hitta starvsfelagar sínar "over there". - Hetta er ein stórur heiður fyri meg. Tí hetta
Søga og søgnir tíðindaskriv Áhugin fyri søgum og søguligari vitan hevur nú fingið betur gróðrarlíkindi í Sandoynni. Fornminnissavnið og Føroya Ferðaráð hava gjørt avtalu við Sandoyar Sýslu Ferðalag, um [...] Grundarbeiðið at savna saman søgur og sagnir er gjørt. Ein bólkur við fólki úr Sandoynni og Skúgvoynni hevur savnað tilfarið, sum nú verður brúkt sum grundarlag undir ymiskum tættum. Ætlanin er at bjóða túrar [...] Søguslóðir?, eru fleiri orsøkir til. Ein hin tyngsta er sjálvandi Føroyingasøga, sum fyri ein stóran part hevur Skúgvoynna sum miðdepil. Og so eru vónir um spennandi fornfrøðilig fund í bønum norðan fyri kirkjuna
Symfoniorkestri og Tónleikabólkinum Aldubáruni. Páll hevur seinni árini gjørt løg til yrkingar hjá m.a. Christian Matras og William Heinesen. Afturat sær hevur hann fingið limir í Aldubáruni at leika undir, [...] Páll Sólstein hevur sítt dagliga virki sum tónleikari í Kongaliga Kapellinum í Keypmannahavn. Hann spælir horn í hesum úrmælingaorksetri, ið telist millum allarbestu í Norðanlondum. Vit kenna hann sum [...] og fer Karl Martin Samuelsen at leggja rødd til. Tað er Páll ið hevur lagt tónleikin til rættis, og luttakarnir vera hesir: Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen, sangur; Andrea Heindriksdóttir, floyta;